Andrés Iniesta var tann besti – EM liðið úttikið

UEFA hevur valt spanska landsliðsleikaran, Andrés Iniesta sum tann besta leikaran í EM endaspælinum, sum hevur verið í Póllandi og Ukraina. UEFA hevur somuleiðis valt ein hóp á 23 leikarar, sum eru á sokallaða “EM liðnum”.

 

Andrés Iniesta hevur í fleiri á verið ein lykaleikari á spanska landsliðnum og á Barcelona liðnum. 28-ára gamli vongurin hevur nú umframt EM heitið, eisini fingið heitið sum besti leikarin í EM endaspælinum 2012.

 

UEFA hevur eisini valt 23 teir bestu leikararnar í endaspælinum:

 

Málmenn: Gianluigi Buffon (Italia), Iker Casillas (Spania), Manuel Neuer (Týskland).

 

Verjuleikarar: Gerard Pique (Spania), Fabio Coentrao (Portugal), Philipp Lahm (Týskland), Pepe (Portugal), Sergio Ramos (Spania), Jordi Alba (Spania).

 

Miðvallarar: Daniele De Rossi (Italia), Steven Gerrard (Ongland), Xavi (Spania), Andrés Iniesta (Spania), Sami Khedira (Týskland), Sergio Busquets (Spania), Mesut Ozil (Týskland), Andrea Pirlo (Italia), Xabi Alonso (Spania).

 

Áleyparar: Mario Balotelli (Italia), Cesc Fabregas (Spania), Cristiano Ronaldo (Portugal), Zlatan Ibrahimovic (Svøríki), David Silva (Spania).