NSÍ kunngerð í dag, at felagið hevur heinta inn nýggjan leikara afturat hópinum. Leikarin, ið talan er um, er skálamaðurin Andras Fredriksberg, sum í 2012 og 2013 leikti fyri NSÍ. Kappingarárið 2014 hevur Andras Fredriksberg leikt fyri barndómsfelagið, Skála.
Andras Fredriksberg er annar styrkurin hjá NSÍ, síðani kappingin endaði fyri einari viku síðani. Afturat Andras Fredriksberg, er KÍ leikarin, Jóhan Jacobsen eisini komin til.
NSÍ heimasíðan skrivar:
21 ára gamli Andras Frederiksberg hevur skrivað undir 2-ára sáttmála við NSÍ. Samstundis er greitt, at Meinhard Olsen eisini heldur fram í felagnum.
Andras spældi við NSÍ í 2012 og 2013, og nú verður miðvallarin aftur at síggja í gulum við Løkin.
Við hesum hevur NSÍ nú sáttmálar við 16 leikarar til komandi ár. Flestu leikararnir hava tó longri sáttmála við felagið.
Vit gleða okkum longu til næsta ár!