Danska Superligafelagið AGF boðar í dag frá, at felagið hevur fingið nýggjan málmansvenjara. Talan er um fyrrverandi føroyska landsliðsmálmansvenjaran, András Gángó.
András Gángó skiftir frá Vejle, har hann hevur verið málmansvenjari seinastu trý árini. Hann hevur spælt 400 dystir í bestu deildin í Føroyum og umboðaði fleiri feløg. Millum annað Skála, ÍF og EB/Streym.
András Gángó er úr Ungarn og kom til Føroyar, eftir eitt skifti í donskum fótbólti. Hann hevur eisini verið málmansvenjari hjá Tromsø í Norra.