Andreas Falkvard Hansen fekk blómur frá bæði sínum núverandi felagi Neistanum og gamla felagnum Kyndli áðrenn dystin millum hesi bæði liðini í ítróttarhøllini á Hálsi sunnudagin. Og spælandi Neistavenjarin setti eisini eitt virðiligt punktum fyri síni drúgvu hondbóltskarrieru her á landi, tí Neistin vann uppiborið á Kyndli og skapti spenning í kappingina hjá monnunum aftur. Kyndil er framvegis ovast, men bæði VÍF, H71 og StÍF hava fingið nýggja vón.
Vestmenningar fingu fýra stig hetta vikuskiftið, og Kyndil fekk einki. StÍF vann enn eina ferð stórsigur á Tjaldrinum og er næstfremst. Og eftirsum Kyndil framvegis hevur dystir eftir móti øllum hesum trimum liðunum, er alt púra opið aftur eftir heldur óvæntaða Neistasigurin sunnudagin.
Í hinum endanum er tað nú endaliga greitt, at Tjaldrið endar niðast í 1. deild, tí við átta stigum upp til KÍF og bert trimum dystum eftir at spæla kann endurreista hondbóltsfelagið í Runavík ikki røkka kollfirðingum.
Kyndil skal bert
hava tvey stig afturat
Hjá kvinnunum hevur tað leingi verið greitt, at Kyndil fór at verða tungt at syfta hjá hinum liðunum, og nú resta bert tvey stig í hjá endurtaka bragdið frá í fjør. Í annaðkvøld spælir Kyndil móti StÍF á Skála. Í fjør bleiv Kyndil føroyameistari í seinasta dystinum móti sama liði á sama stað, og um tað eydnast teimum grønu at vinna í morgin, endurtekur søgan seg.
VB spældi tveir dystir í Havn og stóð seg væl í báðum, uttan at tað rakk til stig. Tað fegnast tær í GÍ/Tjaldrinum um, og alt bendir enn á, at dysturin millum GÍ/Tjaldrið og VB í høllini í Runavík komandi leygardag verður avgerandi fyri, hvat av hesum kvinnuliðunum flytir niður.
Stjørnan er nú favorittur til at fáa silvurmerkini eftir tepra sigurin hjá teimum móti StÍF leygardagin. Bronsan fer antin til Neistan ella StÍF, men um Stjørnan snávar í onkrum av dystunum, sum eru eftir, er silvurið aftur í eygsjón hjá liðunum, ið vunnu ávikavist bronsu og silvur í fjør.