SøluRásin, sum er árliga søluframsýningin í Ítróttarhøllini á Skála, hevur fimtan ár á baki. Framsýningin, sum hetta vikuskiftið er á Skála, er soleiðis hin fimtanda í røðini.
Øll árini - undantikið tað fyrsta - hevur Anfinn Gærdum á Strondum, sum er formaður í Stráluni, verið samskipari av tiltakinum.
Strálan, sum er stovnað í 1989, hevur eisini havt sama formann øll árini, og formaðurin er framvegis Anfinn Gærdum. Hini feløgini, sum standa aftan fyri SøluRásina, eru StíF, Skála Róðrarfelag og Skála Ítróttarfelag.
Anfinn Gærdum sigur, at tá SøluRásin er av, verður avlopið av tiltakinum deilt millum feløgini, og hetta kemur væl við.
- Jú, eg haldi, at fólk her um leiðir gleða seg til afturvendandi tiltakið og so leingi, sum undirtøkan er so stór, er lítil ivi um, at vit fara at halda fram.
Anfinn Gærdum vísir á, at SøluRásin - umframt at hava áhugaverdar framsýnarar - altíð hevur nógv at bjóða upp á av tiltøkum og undirhaldi, bæði fyri børn og vaksin. Tí er SøluRásin eisini eitt sosialt áhugavert tiltak.
- Vit hava fleiri tónleikatiltøk og mótaframsýningar, og vit hava vørutombola.
Uppundir endan av SøluRásini í kvøld verður drigið um tveir stórar vinningar - tveir kekkar á 4.000 krónur, og her verður drigið millum øll seld atgongumerki báðar dagarnar.
Í sínari tíð vóru nógvar sølustevnur kring landið, men nú eru fáar eftir. Tó hevur SøluRásin verið virkin øll árini.
- Vit eru sera væl nøgd við undirtøkuna, sum okkara framsýning hevur fingið á hvørjum ári og afturmeldingarnar, sum vit fáa, eru góðar. Talið av vitjandi plagar báðar dagarnar at liggja millum 2.200 og 2.500, og tað er eitt stórt tal, ásannar Anfinn Gærdum.