Anita átti bestu tekningina

11 ára gamla Anita Madsdóttir vann teknikappingina hjá Smyril Line, sum var í faldaranum hjá felagnum, sum varð borin út í hvørt húsarhald í Føroyum 29. januar. Kappingin snúði seg um at tekna eina mynd av Norrønu.

 

Smyril Line fekk Kára Svensson, listamálara, at velja bestu myndirnar burtur úr stóru rúgvuni av innkomnum tekningum.

 

Listamaðurin greiddi frá, at honum dámdi væl at børnini høvdu gjørt sær ómak, og at tey høvdu so stórt hugflog tá ið tey teknaðu Norrønu. Eisini metti hann, at her var onkur framtíðar listakvinna/maður í rúgvuni, skrivar Smyril Line.

 

Anita Madsdóttir fekk fyrstu virðisløn, sum var ein familjuferð við Norrønu, meðan systkini Ári (11 ár), Bára (7 ár) og Elias (6 ár) fingu aðru virðisløn og Hanna Thomsen (7 ár) fekk triðju virðisløn. Onnur og triðja virðisløn fingu hvør sítt all-inclusive summarcruise.