1. oktober byrjaði Anna Borg Dahl sum ráðgevi í Vinnuhúsinum.
Høvuðsuppgávurnar hjá Annu eru á sáttmála- og setanarøkinum og at virka sum ráðgevi hjá Reiðarafelagnum fyri Handilsskip og hjá Prentsmiðjufelagnum.
Harumframt fer hon at ráðgeva í ymiskum løgfrøðiligum spurningum.
Anna er 48 ára gomul og útbúgvin løgfrøðingur (Cand. Jur.)
Hon kemur úr starvi sum ráðgevi í Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum. Hon hevur eisini arbeitt á lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum í fýra ár og hevur eitt tíðarskeið verið á starvsfólkadeildini hjá Tórshavnar Kommunu.
Hetta skrivar Vinnuhúsið á industry.fo.