Anna Nolsøe Joensen 65

Sunnudagin 21. september fyllir Anna Nolsøe Joensen á Glyvrum 65 ár

Annað er ættað úr Vági, dóttir Ellu og Dion Emil Nolsøe, hon er yngst av fýra systkjum, hini eru: Niels Juul, Leif og Martha.
Hon giftist í 1964 við Arna Weihe Joensen, ættaður úr Porkeri. Tey búsettust á Glyvrum, har Arne starvaðist sum løgreglumaður. Anna og Arne fingu trý børn, tey eru: Annika, Henrik og Djóni.
Anna arbeiddi fyrstu árini í fiski og sum vaskikona og seinni í klædnahandlinum Hygg-Inn í Saltangará. Arne andaðist í 1994, 56 ára gamal. Sama árið keypti Anna klædnahandilin Shop-Inn á Glyvrum, og har hevur hon sína dagligu gongd.
Anna er virkin í kóri, hon hevur verið formaður í Eystankórinum í fleiri ár. Eisini hevur hon í fleiri ár verið virkin í fimleikafelagnum Støkk á Glyvrum, og er hon har enn.
Føðingardagin er Anna burturstødd.