Var nøkur politisk avtala um, at tá ið lánini í Vágatunlinum og Norðoyatunlinum vórðu goldin, skuldi bummgjaldið samstundis avtakast.
Hetta er tann stóri stríðsspurningurin, nú politikarar, helst í Vágum og í Norðoyggjum, berjast sum úlvur á skóg fyri at fáa bummgjaldið avtikið.
Og nú ein dagin hevði Løgtingið eitt drúgt kjak um bummgjaldið, men heldur ikki í tí kjakinum fingu vit skil á, hvussu støðan er.
Fleiri politikarar tvíhalda um, at tað var ein glasklár avtala at tá ið lánini í undirsjóvartunlunum var goldið, skuldi bummgjaldið strikast.
Men aðrir politikarar minnast einki til eina slíka avtalu og teir siga, at tunnilin er ikki goldin fyrrenn partapeningurin hjá landinum eisini er goldin.
Sambandsflokkurin hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at avtaka bummgjaldið, men at hækka prísin á brennievnið og at hækka vegskattin, fyri at leggja upp fyri teimum mistum inntøkum.
Bárður á Steig Nielsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, ásannar, at ósemja er um, antin nøkur semja er um bummgjaldið ella ikki. Tí eru uppskotið hjá Sambandsflokkinum ein roynd at fáa greiði, hvat Løgtingið vil.
Uppskotini vórðu feld og sostatt heldur bummgjaldið fram.
Men í orðaskiftunum blandaðu eisini tveir av veteranunum í Løgtinginum, Edmund Joensen úr Sambandsflokkinum, og Páll á Reynatúgvu úr Tjóðveldi, seg eisini upp í kjakið.
Hóast teir teir vóru báðir í politikki, tá ið undirsjóvartunlarnir vórðu samtyktir, hava teir heilt hvør sína fatan av støðuni.
Edmund Joensen sigir, at tað var púra greitt, at avtalan var, at tað skuldi vera ókeypis at koyra, tá ið lánini vóru goldin.
Orsøkin til at tað stendur skrivað púra greitt í lógina, er nettupp tí at tað var ein púra greið, politisk avtala. Kortini ásannar hann, at tað átti at verðið skrivað neyvari. Men tað var so sjálvsagt, at ongin legði dent á, at tað skuldi skrivast út í æsir.
Endamálið var, at landið skuldi rinda ein part av tunlinum og brúkararnir skuldu rinda restina, segði hann.
– Eg havi ongantíð hoyrt tað nevnt, at partapeningurin hjá landinum skuldi verða goldin, áðrenn bummgjaldið verður strikað, leggur hann afturat.
Hinvegin minnist Páll á Reynatúgvu einki til nakrað slíka avtalu.
– Í hesum føri veit eg, at tað er ongin politiskt avtala um hetta, staðfesti Páll á Reynatúgvu.
Hinvegin dugir hann ikki at siga, hvat vit skulu brúka ósemjuna um eina avtalu til í dagsins politikki. Tað, sum tað nú snýr seg um, er at skipa framtíðina og tað hevur nógv størri týdning, at vit semjast um, hvussu vit gera tað, enn tað hevur um tað var ein avtala, at bummgjaldið skuldi avtakast ella ikki, heldur hann
Kaj Leo Holm Johannesen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, sigur, at tað var einki at ivast í, at tað var ein avtala, at bummgjaldið skuldu avtakast, tá ið lánini vórðu goldin.
Hetta er akkurát øvugt av tí hann helt, tá ið hann varð løgmaður, tí tá svaraði hann skrivliga einum spurningi í Løgtinginum og tá var svarið, at partapeningurin hjá landinum skuldi eisini vera goldin.
Kári P. Højgaard úr Sjálvstýri, vónar, at landsstýrið kemur við eini samhaldsfasta skipan, sum er galdandi fyri alt landið.
Hann heldur at nú er bummgjaldið so lítið, at tað ger hvørki frá ella til, men tað hevur stóran týdning fyri arbeiðið at halda tunlarnar.
Legg allar tunlarnar í eitt felag og tak ein sámuligan prís fyri at koyra ígjøgnum, ljóðar áheitanin frá sjálvstýrismanninum.
Hann heldur, at tað er ikki rætt, at summi krevja at koyra ókeypis, samstundis sum at øll hini skulu rinda fyri at ferðast.