Fyri jól skapti tað stórt kjak, at ein nýggj dagføring av ritbúnaðinum í eldri iPhone fartelefonum hevði við sær, at telefonirnar mistu ferð og fóru at arbeiða seinni.
Summi førdu fram, at Apple hevði gjørt hetta, fyri at fólk skuldu skifta til nýggjari iPhone, tí tær gomlu blivur so seinar, men hetta avsannar Apple. Fyritøkan viðurkendi, at ein nýggj dagføring gjørdi eldri modell av iPhone seinni, men tað var gjørt fyri at spara battaríið á telefonunum, tí vandi var fyri, at gomlu battaríini fóru at hokna undan, um ferðin ikki var sett niður.
Ritzau skrivar, at nú hevur Apple biðið um umbering fyri dagføringina og tekur stig til, at eldri modell av iPhone kunnu varðveita ferðina.
– Vit hava ongantíð og fara ongantíð at gera nakað, sum kann stytta um livitíðina av okkara vørum ella gera brúkaraupplivingina verri, sigur Apple í almenna brævinum á heimasíðuni.
– Battaríni slítast við tíðini, og tí fara vit í januar at bjóða øllum okkara viðskiftafólki at skifta battaríni á iPhone 6 ella eldri fyri bert 29 dollarar (180 krónur, sigur Apple.
Hetta átakið skal slóða fyri, at nýggjar dagføringar av eldri modellum av iPhone ikki hava tað avleiðing, at ferðin á telefonunum fer niður.