Handan Filmsfimi er eitt toymi av fimm kreativum fólkum, sum saman hava ment Filmsfimi frá hugskoti til veruleika. Tey fimm eru Barbara Lervig, Anton Petersen, Marjun Niclasen, Eir í Ólavsstovu og Karen Kristianna Hildardóttir Gram, sum er stigtakari. Við ymiskum royndum og førleikum og einum felags áhuga fyri filmi hava tey lagt lunnar undir eitt tilboð, har børn og ung fáa møguleika at royna seg innan filmsgerð og menna síni skapandi evni.
Við stuðli frá Betri-samtakinum og Tórshavnar kvøldskúla er Filmsfimi nú vorðið veruleiki.
„Vit skapa eitt stað, har børn og ung í Føroyum sleppa at royna seg í ymiskum leiklutum í einari filmsframleiðslu – sum leikarar, leikstjórar, fotografar og klipparar – meðan vit saman gera okkara egnu stuttfilmar,“ sigur Karen Kristianna Hildardóttir Gram, stigtakari til Filmsfimi.
Filmsfimi er eitt 19 vikur langt frítíðarskeið. „Júst sum onnur ganga til fótbólt, dans ella sjónleik, ber eisini til at ganga til film,“ leggur Eir í Ólavsstovu, sum er ein av undirvísarunum, afturat. Skeiðið gevur tíð og rúm til at menna hugflog, samstarv og skapandi førleikar.
Barbara Lervig heldur, at tað er vert at leggja dent á, at øll kunnu vera við: „Tað er ikki neyðugt at hava royndir frammanundan. Tað týdningarmesta er, at tú hevur hug at skapa, royna teg fram og arbeiða saman við øðrum.“
Filmsfimi heldur til hjá Klippfisk í Ostahúsinum í Tórsgøtu í Havn. Anton Petersen, leiðari í Klippfisk, hevur tryggjað, at útgerðin er nøktandi, tí ætlanin er, at børnini skulu sleppa at arbeiða við veruligari filmsútgerð heldur enn at taka filmarnar upp við fartelefon.
„Vónin er, at Filmsfimi kann halda fram at mennast og við tíðini gerast eitt tilboð til børn og ung kring alt landið,“ sigur Marjun Niclasen, leiðari í Filmshúsinum.
Tilmeldingin letur upp mánadagin 24. august. Nærri kunning fæst á heimasíðuni filmsfimi.fo og á sosialu miðlunum.












