Arbeiða við ein loysn so at tey sleppa undan at lukka hvørja ferð

Tað eru fleiri møguleikar, sigur borgarstjórin í Vági

Myndin er av Facebook hjá Pálshøll

Sum vit skrivaðu fyrr í dag, fær svimjihøllin, Pálshøll, í Vági, ikki nokk av heitum vatni, tí elverkið í Vági stendur stilt. Pálshøll brúkar avlopshita frá elverkinum í Vági, so tá ið tað stendur stilt, liggur Pálshøll køld.

 

Les meiri um tað her: Fáa ikki nokk av heitum vatni til langhylin í Vági

 

So hvørt sum grønar orkukeldur verða mentar, eru útlit fyri, at elverkið í Vági fer at standa alsamt meiri stilt og tað fer at fá avleiðingar fyri Pálshøll. Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vági, ivast kortini í, hvussu stórur hesin trupulleikin verður í næstu framtíð, tí tá ið virkið hjá Varðanum á Tvøroyri gongur við fullari kraft, er brúk fyri so nógvum streymi, at tað verður eingin trupulleiki.

 

Men í longdini, so hvørt grøna orkan verður ment, fer virkið í Vági at standa alsamt meiri stilt og tað fer at fáa avleiðingar fyri Pálshøll. Hinvegin heldur hann eisini, at hetta var ein trupulleiki tá ið Pálshøll varð bygd, so tað kemur ikki óvæntað. Og borgarstjórin sigur eisini, at tað er ikki ein loysn, at Pálshøll skal lata aftur, tá ið elverkið liggur stilt og tí verður arbeitt við eini aðrari loysn.

 

Hann sigur, at nógvir møguleikar eru, tað kann vera sjóhiti, jarðhiti, men tað eru dýrar loysnir. Skal Pálshøll brúka streym burturav, fer tað at vera ein stórbrúkari og ein annar møguleiki er at samráðast við SEV um eina avsláttarskipan.

 

Borgarstjórin sigur, at eingin avgerð er tikin, men at málið er í viðgerð. Hann sigur eisini, at avbjóðingin verður at finna eina loysn sum er so hóskandi bílig, at hon er til at liva við hjá kommununi.

 

Myndin er av Facebook hjá Pálshøll