Arbeiðsloysið fallið niður á 3,2 prosent

Arbeiðsloysið fellur alsamt

Í november vóru 879 føroyingar fulltíðararbeiðsleysir.

Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni.

Sostatt er arbeiðsloysið í Føroyum 3,2 prosent av arbeiðsfjøldini.

Fyri einum ári síðani var tað 4,2 prosent og tá vóru 1151 fólk arbeiðsleys, men síðani er talið stútt og støðugt fallið.

Hetta er tað, tey kallað árstíðarjavnaða arbeiðsloysið og tá er lagt upp fyri natúrligum sveiggi í arbeiðsloysinum, sum stendst av árstíðunum.

Hjá monnum var árstíðarjavnaða arbeiðsloysið 2,3 prosent og hjá kvinnum var tað 4,4 prosent.

Annars er talið á arbeiðsleysum í november, 846 fólk og tað eru 3,1 prosent av verkafjøldini. Fyri einum árið síðani var var 4,1 prosent.

Síðani tá er arbeiðsloysið fallið enn meir, tí í dag, tollaksmessudag, eru tað 826 fólk, sum fáa gjald úr ALS, sigur arbeiðsloysisskipanin á heimasíðu síni.

Talan er um 519 kvinnur og 307 menn.

Í Eysturoy eru 153 fólk arbeiðsleys, í Suðurstreymy eru tey 314, í Norðoyggjum eru 89 fólk arbeiðsleys, í Suðuroy, 99 fólk, í Vágum 56 fólk, í Sandoy eru 45 fólk arbeiðsleys og í Norðurstreymoy fáa 70 fólk gjald úr Als.