Stevnan var sera væleydnaÝ, og longu frá byrjan vóru um 300 fólk komin saman á Argjum, har greitt varÝ frá, hvussu bygdin í sínari tíÝ varÝ til.
Á heimasíÝuni hjá Jógvan Arge sæst, at stevnan byrjaÝi á middegi, tá fólk hittust viÝ støÝna, har sethúsini, sum Niels L. Arge bygdi í 1853 standa. Í dag eru tey undirhús hjá argjamonnum. Hetta eru elstu varÝveittu hús á Argjum, og høvi var at vitja inni í teimum.
Eisini var høvi at leggja blómur viÝ minnisvarÝan yvir Andrass Mortansson úr Hvalba, sum bygdi Argir í 1829. TaÝ gjørdi stigtakarin til stevnuna, Marita Arge Magnussen, sum eisini legÝi blómur, tá minnisvarÝin var avdúkaÝur í 1948.
Niels L. Arge var fjórÝi sonur Andrassar Mortansson. Saman viÝ brøÝrunum Mortani, Dánjali, Jákup Zachariasi og systrunum Onnu og Billu var hann viÝ, tá iÝ Andrass og konan Elspa Dánjalsdóttir fluttu av Kjalnesi suÝur á Argir, sum Andrass hevÝi keypt á uppboÝi í Saksun áriÝ fyri.
Kona Niels L. Arge, Maria Jákupsdóttir, var úr Klokkarastovu í Havn. Har høvdu synir teirra, eisini nevndir argjabrøÝurnir, altíÝ tilhald, tá teir vóru heimi í Havn. Teir vóru seks í tali, og vóru sum teir fyrstu doyptir viÝ ættarnavninum Arge, sum í hesum døgum hevur 150 ár á baki.
TaÝ eru eftirkomarar hjá Jákup Andriasi Arge, Petur Arge, Eliesar Arge, Óla Arge, Sofus Arge og Sigmund Arge, sum halda stevnuna.
Á skránni leygardagin var eisini guÝstænasta í Havnar Kirkju, har Sonja Klein prædikaÝi.
Eftir gudstænastuna var fariÝ ein gongutúr framviÝ teimum snotiligu grótbygningunum, sum argjabrøÝurnir stílaÝu fyri ella vóru viÝ til at byggja báÝumegin 1900.
Klokkan 15.00 hittast stevnuluttakararnir til samkomu í útvarpshøllini, har myndir úr ættini vórÝu sýndar fram og greitt varÝ frá Argja søgu og ymsum áhugaverdum úr ættini, sum hevur veriÝ nógv merkt av handaverki, grovum sum fínum. Tey, sum søgdu frá, vóru, J. P. Gregoriussen, Jógvan Arge, Janett FríÝa Johannesen, Marius Rein, Erling Isholm og Andrias Arge.
Til borÝhaldiÝ á Hotel Føroyum um kvøldiÝ vóru nógvar røÝur hildnar bæÝi til gaman og álvara.
Sum "surprise" kom Gunnar Mikkelsen, sum er kendur frá Stjerne for en aften, at syngja fyri gestunum. Gunnar er eisini ein av eftirkomarunum hjá Niels L. Arge.
Jens Kristian Vang tók myndir, sum til ber at bíleggja frá honum á telefon, 211269.
Og viÝ at venda sær til Maritu Arge Magnussen á telefon 31 22 55, ber til at ogna sær ættartalvuna hjá Mariu og Niels L. Arge. Á heimasíÝuni, www.jogvanarge.com, finnast prísir fyri myndir og ættartalvuna.
Fyrireikarar til stevnuna vóru: Marita Arge Magnussen, sum tók stig til stevnuna, Beatrice á Heygum, Jógvan Arge, Marius Rein, Sigrid Arge og Tummas Frank Joensen.