Argjabørn á Kattholti

Ein skúlaflokkur av Argjum fór mánadagin til Svøríkis at vitja í kenda Vimmerbýi, sum mestsum er gjørdur til Astrid Lindgren savn burturav. Tey ætla eisini at vitja grøvina hjá rithøvundanum, sum varð jarðað har sunnudagin

Ferðalag
Flokvøllurin:
5. b í Argja Skúla, sum hetta seinasta skúlaárið hevur arbeitt við tekstum hjá kenda, svenska barnabókarithøvundanum, Astrid Lindgren, fór mánadagin við flogfarinum hjá Atlantsflogi til Danmarkar, haðani tey fara til Vimmerby í Svøríki, har øll kendu Lindgrenstøðini eru at síggja.
Ferðalagið fer fyrst til Danmarkar, har steðgað verður á eina nátt, áðrenn tysdagin verður farið víðari til Svøríkis.
Í Vimmerby verður steðgað í fimm dagar, har av tveir dagar burtur av verða brúktir í Astrid Lindgren World, har næmingarnir fara at møta kenningum sum Emili úr Lønnebergi, Pippi Smokkuleggi og Karlson á takinum.
Farið verður eisini ein túr í Dundurdal at síggja, hvar filmurin um Børnini í Dundurdali varð tikin upp.
Ein av døgunum verður vitjað í Lilla Landet, sum er ein park, ið bygd er upp sum Svøríki í minni mun. Har ber til at síggja landsløg og bygningar, sum eyðkenna Svøríki.
Astrid Lindgren varð endaliga jarðað í Vimmerby sunnudagin, og væntandi fara næmingarnir í Argja Skúla eisini at vitja á grøvini hjá kenda høvundanum, sum tey nú vita so nógv um.
Tey hava fingið ymiskt við sær á ferðina, so sum húgvur og blusur, eins og pennar og pengapungar frá ymsum føroyskum fyritøkum.
Sumt av hesum fara tey millum annað at geva sum gávu til næmingarnar í einum fimta flokki í Astrid Lindgren Skolan í Vimmerby, sum tey fara at vitja. Tey hava ikki havt samband við hendan skúlan fyrr enn nú, beint áðrenn tey fóru avstað. Tá ringdi lærarin til skúlan og spurdi, um tey kundu koma at vitja, og tað var gaman í.
Afturkomin til Danmarkar fara tey at steðga á í Keypmannahavn einar tveir dagar, siga tey. Har fara tey millum annað at vitja djóragarðin, Planetarium og Eksperimentarium.
Í ferðalagnum eru 24 næmingar, seks foreldur og tveir lærarar. Tey fara at búgva í smáum frítíðarsmáttum, meðan tey eru í Svøríki, greiðir Lissy Hansen, sum er lærari hjá 5.b í Argja Skúla, frá.