Ari helt málið reint í heimasigri hjá ÍBV

Sætta dystin á rað fekk ÍBV úrtøku

Mynd: ÍBV

Tað gongur væl hjá føroyska málverjanum, Ara í Haraldsstovu Petersen og liðfeløgum hansara í ÍBV í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.

 

Í dag tók ÍBV móti Vali á Hásteinnsvøllinum í Heimey. ÍBV vann dystin 1-0. Alex Freyr Hilmarsson skoraði sigursmálið í 58. minutti.

 

ÍBV hevði væl fleiri málmøguleikar enn Valur, og tí var talan um ein uppibornan sigur. Miðskeiðis í seinna hálvleiki fekk Valur ein leikara vístan av vøllinum, og tað gjørdi ikki fyritreytirnar hjá ÍBV verri. 

 

ÍBV hevur fýra sigrar og tveir javnleikir í seks teimum seinastu dystunum. Teir eru nummar sjey í deildini við 15 stigum. Bert málmunurin skilir ÍBV frá sætta plássinum, ið gevur atgongd til ovara endaspælið aftaná lokið grundspæl.

 

 

 

Mynd: ÍBV