Gullbrandur leikti javnt og Mattias tapti

Eitt stig lá eftir til føroyingaliðini í næstbestu norsku fótbóltsdeildini í dag

Bæði føroyingaliðini í næstbestu norsku fótbóltsdeildini vóru í leiki í dag.

 

Gullbrandur í Horni Øregaard (myndin) var aftur í dag liðskipari hjá Sandnes ULF, ið megnaði javnleik 1-1 á útivølli móti Bryne. 

 

Bryne legði seg á odda í 56. minutti. 18 minuttir seinni javnaði Yann-Erik de Lanlay fyri Sandnes, so teir fingu eitt stig við sær. 

 

Sandnes er nummar sjey í deildini við 20 stigum. Teir eru bert eitt stig frá sætta plássinum, ið gevur rættin til at spæla uppflytingardystir aftaná lokna kapping.

 

Á sætta plássinum við 21 stigum er Hødd, ið á heimavølli vann 4-3 á liðnum hjá Mattiasi H. Lamhauge, Strømsgodset.

 

Tá 24 minuttir vóru leiktir var Hødd á odda 2-0. Kreshnik Krasniqi og Mats Spiten syrgdu fyri við tveimum málum innanfyri sjey minuttir, at Strømsgodset kom upp á javnleik 2-2. Men beint undan steðginum legði Hødd seg á odda 3-2. Victor Dedes javnaði til 3-3 í 69. minutti, men bert seks minuttir seinni skoraði Hødd til 4-3, ið gjørdist úrslitið av dystinum. Dómarin metti Mattias feldi leikara hjá Hødd óregluliga, og dómarin gav Mattiasi gula kortið, og dømdi brotsspark. Brotssparkið gjørdist sigursmálið hjá Hødd. 

 

Strømsgodset er næstfremst í deildini við 28 stigum. Kongsvinger er fremst við 30 stigum. 

 

25. juli hevur Strømsgodset dyst á heimavølli móti Lyn Oslo. Dagin eftir hevur Sandnes ULF dyst á heimavølli móti Kongsvinger.