Árnfirðingur er mannaður í ár

- Í desember í fjør varð eg spurdur, um møguleiki var fyri at sleppa at rógva við Árnfirðingi. Eg segði, at hurðarnar standa altíð opnar fyri fólki, sum vilja rógva, sigur formaðurin í Árnafjarðar Róðrarfelag

Vilmund Jacobsen

 

Tá vit fyri einum ári síðan skiftu orð við formannin í Árnafjarðar Róðrarfelag, Atla S. Justinussen, helt hann fyri, at fólkagrundarlagið í bygdini er ov lítið til kappróður. Tó var hann ikki so avgjørdur kortini, tí her var eisini eitt “men”.

 

- Nú vit fáa nýggjar tunlar, og tað verður ómakaleysari at koyra millum bygdir, vóna vit, at tað eisini fer at bera til at blása lív í aftur kappróðurin í Árnafirði, segði hann.

 

Árnfirðingur tilmeldaður

 

Og líkt er til, at nýggja og høgligari farleiðin longu hevur givið úrslit í so máta, tí til FM-róðurin í ár er 8-mannafarið Árnfirðingur tilmeldaður.

 

- Tað var í desember í fjør, at eg varð spurdur, um møguleiki var fyri at sleppa at rógva við Árnfirðingi. Eg segði, at hurðarnar altíð standa opnar fyri fólki, sum vilja rógva.

 

Formaðurin í Árnafjarðar Róðrarfelag sigur, at úrslitið gjørdist, at Árnfirðingur nú er mannaður við bæði royndum og óroyndum rógvarum, og vant verður á Árnafirði.

 

- Nú vóna vit, at 5-mannafarið Katla eisini verður mannaður næsta kappingarár, sigur Atli S. Justinussen.

 

Formaðurin sigur seg slett ikki duga at siga, hvar møguleikin við Katlu er størstur – antin tað er við gentum ella dreingjum, børnum ella ungum rógvarum.

 

- Sum róðrarfelag eru vit opin fyri øllum, og vit vóna, at onkur meldar seg, sum hevur møguleika at manna 5-mannafarið til næsta kappingarár, sigur hann.

 

##med2##

 

Ein nógv betri farleið

 

Atli S. Justinussen vísir á, at nú nýggir tunlar eru komnir Norður um Fjall, er farleiðin millum eitt nú Árnafjørð og Klaksvík nógv stytt – ja, nú tekur tað bara einar 6-7 minuttir at koyra millum Árnafjørð og Klaksvík.

 

- Nýggju tunlarnir hava broytt alt. Haraftrat kemur, at Árnafjørður helst er ein av veðurbestu firðum til venjing.

 

Hann vísir á, at Árnafjørður eisini hevur fingið ein nógv betri bátahyl, har bátadrátturin liggur inni í botninum á hylinum.

 

- Eg havi sagt, at skulu bátarnir hjá okkum mannast, so verður eisini neyðugt við fólki aðrastaðni, tí bygdin er so fáment.

 

Atli S. Justinussen vísir á, at tað ber væl til at búgva aðrastaðni í Norðoyggjum og rógva við bátum á Árnafirði, tí býarbussar koyra 11 ferðir yrkadagar millum Árnafjørð og Klaksvík.

 

- Fólk eru hjartaliga vælkomin, um tey hava hug at rógva her hjá okkum, sigur hann.

 

Formaðurin í Árnafjarðar Róðrarfelag sigur seg hava skilt, at fleiri 8-mannafør eru tilmeldað FM-róðurin í ár, og tí vónar hann – tó at manningin á Árnfirðingi bæði telur roynd og óroynd – at hetta verður eitt spennandi kappingarár.

 

Bygdir í 2007 og 2008

 

Tað var tann tíð, tá Árnafjarðar Róðrarfelag taldist millum fremru róðrarfeløg í landinum. Felagið varð upprunaliga stovnað miðskeiðis í sekstiárunum, men sum árini gingu, fór felagið í dvala.   

 

Hin 4. apríl í 2005 varð felagið endurstovnað, og tá settu tey, sum tá mannaðu nevndina, sær fyri at byggja róðrarneyst. Longu hin 21. desember í 2006 stóð neystið uppi.   

 

Formaður øll árini síðan endurstovnanina hevur verið Atli S. Justinussen.

 

Kappróðrarbátarnir hjá felagnum eru 8-mannafarið, Árnfirðingur, sum er bygdur í 2007 og 5-mannafarið, Katla, sum er bygd í 2008 og hevur navnið eftir elligamla tingstaðnum í Árnafirði.

 

Hin fyrra bátin smíðaði Sámal Hansen og hin seinna Terji R. Jakobsen.  

 

Felagið í Árnafirði hevur eisini valt at varðveita gamla Árnfirðing, sum Niclas í Koltri, sáli, læt av hondum longu í 1965.

 

Neystið til stóra nyttu

 

Árnafjarðar Róðrarfelag eigur soleiðis bæði bátar og neyst, og fysisku karmarnir í Árnafirði eru góðir, tó at eingi venjingaramboð eru í neystinum í dag.

 

Men, hóast eingin kappróður hevur verið seinni árini, er neystið kortini til stóra nyttu í bygdini.

 

- Neystið verður eisini brúkt sum felagshús, og tað verður leigað út til ymisk tiltøk, eitt nú brúdleyp, føðingardagar og merkisdagar av ymiskum slag, sigur Atli S. Justinussen.

 

Árnafjarðar Róðrarfelag

 

Tilmelding:

 

8-mannafar

 

Árnfirðingur (2007)

 

Aðrir bátar (ikki tilmeldaðir)

 

5-mannafar

 

Katla (2008)

 

8-mannafar

 

Árnfirðingur (1965)

 

Kappróðrarblaðið, sum er í Sosialinum hesaferð, kann lesast við at trýsta her