TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði á Rás2 við sigursmálsskjúttan hjá NSÍ, Árna Frederiksberg, sum skoraði einsamalla málið í seinnu hálvfinaluni hjá NSÍ ímóti HB í Gundadali í kvøld. NSÍ vann sostatt 2-0 samlað.
- Tað var ein lekkur kensla at skora, greiður Árni frá. Hann heldur, at tað NSÍ fekk málið sótu teir trygt á tí, tí hann dugdi ikki at síggja, at HB kundi skorað trý mál ímóti NSÍ uppá eina lítla løtu.
(Mynd: football.fo)