Arvafíggindar hava ymiskar fortreytir

Manchester United illa plágað undan dystinum í kvøld

Í kvøld møtast Liverpool og Manchester United á Anfield. Meðan grannarnir fyri vestan hava havt vind í seglunum og kunnu vinna ferfaldað steyp í hesum kappingarárinum, so stríðast Teir Reyðu Devlarnir á vøllinum; men ikki minst uttanfyri. Tað er ongin loyna, at tað hevur ikki gingið eftir vild hjá Manchester United seinnu árini og plágurnar valda uppaftur fleiri ónáðir. Har ein skriða er lopin, er onnur væntandi, sigur orðatakið og Manchester United má eisini ásanna, at so er undan dagsins dysti.

 

Ígjár, annan páskadag, var annar av portugisisku stjørnuleikarunum hjá Manchester United, Bruno Fernandes, við í einum ferðsluóhappi. Hóast fleiri fólk vóru í bilinum hjá Bruno, so stóðst tíbetur ongin fólkaskaði av tilburðinum, og Bruno Fernandes verður við í hópinum hjá Manchester United.

 

Seinnapartin í gjár komu so tey ræðuligu tíðindini um, at hin stjørnuleikarin hjá Manchester United, Cristiano Ronaldo, og unnusta hansara, Georgina Rodriguez, høvdu mist annan tvíburan. Sjálvi siga tey í einum tíðindaskrivi, at tey í allari stóru sorgini finna styrki í, at gentan yvirlivdi, og sjálvsagt sær Cristiano Ronaldo seg ikki føran fyri at spæla í kvøld.

 

Liverpool hevur hinvegin allar mans tøkar, størsta ivamál er málturkurin hjá Mohamed Salah og kann tískil møta í sterkastu útgávu í einum dysti, har úrslitið kemur at standa í skugganum av syndarligu vanlukkuni í gjárkvøldið. Áskoðararnir hjá báðum liðum fara eisini at vísa sína samkenslu í 7. minutti, tá øll, sum siður er í Onglandi fara at klappa, tí Cristiano Ronaldo ber blusu nr. 7. Kappingarstríðið verður tá gloymt eina løtu.