Asfalt - the good, the bad and the ugly

Mánadagur er - Vikuskiftið og ársins Asfalt, er av. Heilt hampuligt av fólki var komið saman í Vágsbotni at lurta eftir teimum umleið 50 bólkunum, ið sloppu uppí part hesu ferð. Eg ummældi fyri Planet.fo og her eru mínir tankar um og aftaná festivalin.

Mítt Asfalt: Arni Zachariassen er 23 ára gamal, hann er í tónleikahøpi best kendur sum gittarleikari í Braquet og Iam, til ber at vitja Arna á myspace profili hansara: myspace.com/arnizach


Tað góða

Eg vil byrja við byrjanini og siga, at eg upplivdi festivalin og kanska serliga fólkini handan festivalin sum sera professionell og góð og løtt at hava við at gera. Kanska var tað tí, eg kendi tey áðrenn, men eg helt, tað vera bæði gott og deiligt, at festivalfyriskipararnir vóru fyrikomandi og hjálpsamir, og eg haldi, at hetta sást aftur í øllum festivalinum. Fyriskipararnir megnaðu at finna ta (nærum) fullkomnu balansuna ímillum professionalismu á høgum støði og gott, gamalt gestablídni. Tjóðpallurin varð nokkso nógv forsinkaður leygardagin og, so vítt eg dugdi at síggja, var hetta júst tí, at festivalsins egni pallmeistari (tann, sum syrgir fyri at alt er uppá pláss og koyrir sum tað skal) ikki hevði júst hendan pallin um hendi. So, tumlar upp frá mær fyri framúr góða festival fyriskipan.

Karmarnar helt eg eisini vera góðar. Serliga Tjóðpallurin skaraði framúr, men allir pallarnir vóru góðir. Teir lógu tætt við hvønn annan, so tað bleiv tí ongantíð til nakað rennarí. Vágsbotnur er eisini stak hugnaligur. Har eru góð parkeringsviðurskifti og stutt er til bæði kafé, (grill)barr og samkomuhús. Asfalt hevur funnið fullkomna staðið til endamálið.

Eg helt eisini, og havi eg hildið síðan Asfalt fyrstu ferð var í fjør, at grafiski parturin av festivalinum var á sera høgum støðið. Tað bláa og rundingurin, heimasíða og bannarar – alt var sera gjøgnumført og riggaði sera væl. Hesum viðvíkjandi liggur Asfalt frammanfyri allar hinar føroysku festivalarnar.

Síðan til Asfalt-hugtakið, ella konseptið, sjálvt. Hugtakið, hugsjónin og hugskotið handan Asfalt er at veita ein pall bert til føroyskan tónleik. Fylgjandi hesi stevnuskrá vera (so vítt eg veit) allir áhugaðir føroyskir bólkar, sum søkja um at spæla, góðtiknir. Hetta hevur sínar vansur, sum eg sigi okkurt um seinni, men grundleggjandi haldi eg hetta vera gott. Asfalt virkar sum ein sýnisgluggi, ið vísir hvat gongur fyri seg í føroyskum venjingarhølum júst nú. Asfalt hevur sostatt tikið leiklutin, Prix Føroyar hevði, eitt sindur yvir. Hóast einki kappingarelement er í Asfalt, so tykist tað sum pallarnir í Vágsborni hava stóran áhuga, bæði millum tey meira etableraðu, men serliga ímillum tey nýggju. Fyri okkum, ið eru áhugaði í føroyskum tónleiki, er Asfalt, meira enn nakar annar føroyskur festivalur, staðið, har man fer at takað pulsin av føroyska tónleikapallinum. Og tá ið alt kemur til alt, so er føroyski tónleikapallurin sera spennandi og tí er Asfalt eisini spennandi. Hóast nógv skræpa var at vassa ígjøgnum, so vóru fleiri orduliga góðir bólkar, harav summir vóru heilt nýggir. Asfalt er tann føroyski festivalurin, ið er best egnaður til júst hetta at hýsa nýggjum spennandi bólkum, og skuldi tað ikki undrað meg um Asfalt líkasum bleiv barometri fyri hvørjir føroyskir bólkar sleppa at spæla á teimum størru festivalunum seinni í summar.


The minni góða

Stórsti trupulleikin hjá Asfalt í ár var mangulin uppá verulig høvðusnøvn. Ja, Boys in a Band og Side Effect spældu fríggjakvøldið og The Dreams og Sic spældu leygarkvøldið, og vóru teir allir, so at siga, høvðusnøvn. Men tað var einki navn, ið veruliga skapti spenning millum fólk og, fylgjandi, fekk tey at keypa billettir. Tað var eitt sindur snópisligt at síggja relativt spjaddu mannamúgvurnar, ið við næstan neyð og deyð funnu saman, tá ið bólkarnir omanfyri spældu. Kanska eru føroyingar heilt einfalt ikki nóg áhugaðir í føroyskum tónleiki til at møta fjølment upp til eitt bara-føroyskt tiltak. Ein annar faktorur, ið kanska ger seg galdandi, er peningapolitikkurin hjá Asfalt. Eingin bólkur fekk nakað fyri at spæla, men heldur hevði Føroya Banki lovað seg at koyra pening, 3000 krónur fyri hvønn bólk, í ein grunn, sum skal forbetra um tónleikaumstøðurnar í Havn. Meira um hendan politikkin seinni. Kann tað hugsast, at nøvnini, ið draga fólk – Eivør, Teitur, til ein mun, Týr, kanska fløguaktuelli Eyðun Nolsøe, heilt einfalt ikki høvdu áhuga at spæla frítt, og at hetta so gjørdi sítt til at færri fólk møttu upp? Hvussu vendir og víkir, so haldi eg øll vóru samd í, at eitt ella tvey greið høvuðsnøvn manglaðu á Asfalt í ár. (Ein tanki, ið eg ikki tími so væl at hugsa, er at kanska rúsfríi politikkurin hjá Asfalt eisini gjørdi sítt til, at minni fólk legði leiðina framvið.)

Ein annar trupulleiki, ið eg legði merki til, var manglandi eftirlit. Vaktir stóðu við inngongdirnar og gingu runt á økinum og, so vítt, eg dugdi at síggja, gjørdi hesi øll eitt gott arbeiði. Men við eftirliti meini eg við eftirlit við pallarnar sjálvar. Tá ið Petur Pólson endaði sína konsert á Tjóðpallinum við einum friðar- og inniligum lagi, sum, fyri mítt viðkomandi, lyfti konsertina á eitt veruliga høgt og vakurt støði, var friðurin knappliga órógvaður av einum fullum dreingi, sum fleiri ferðir rópti hart eftir Peturi og sum ikki tagnaði og fór út, fyrrenn hansara líka fulli, men eitt sindur betri skikkaði, vinmaður hálaði hann út (einamest tí konsertin var, sambært teimum, “rodin”). Um ordiligt eftirlit var á staðnum, slapp hesin dreingurin ongantíð inn og konsertin kundi hildið á, órógvað. Ein líknandi hending, sum var uppaftur meira pínufull, hendi tá ið Gulli Johansen, undir heitinum Nanoscopic, spældi á Margarinfabrikkini. Ímillum tveir sangir fór ein drongur uppá á pallin til Gulla og byrjaði at róta ímillum streymleidningarnar hjá honum, við tí úrsliti at digitala útgerðin hjá Gulla sløknaði. Drongurin rýmdi so eftir hetta, og vit sótu øll pinnastill í eina góða løtu og bíðaðu eftir, at teldan hjá Gulla skuldi tendra aftur – tað vardi nokk bara var 5 minuttir, men tað føldist sum ein tími. Slíkt kloddarí má ikki henda og var veruligt eftirlit við allar pallarnar, so hevði tað heldur ikki hent.

Annars helt eg tað vera eitt sindur løgið, at ikki so mikið sum ein pylsuvognur var á festivaløkinum. Eg haldi meg hava hoyrt, at Asfalt ikki vil stjala kundar frá handlum í miðbýnum, men tað kann ikki vera rætt, at festivalgestirnir noyðast at ganga allan vegin niðan í Steinatún, bara at keypa eina Jolly.

Umframt hetta, so haldi eg eisini, at tað skal lógarfestast at oyraproppar skulu verði býttir út til allar konsertir og øll tiltøk, har larmurin fer uppum eitt ráðiligt desibellmark. Øll skuldu fingið einar útflýggjaðar, tá ið tey fingu armbond og allar vaktir skuldu havt fullar lummar.


Tað ræðuliga

Til seinast vil eg siga eitt sindur um tað ræðuliga. Hetta hevur einki beinleiðis við Asfalt at gera, men er heldur tónleikaumstøðurnar í Havn. Asfalt verður og varð av fyrstan tíð gjørt fyri at betra um umstøðurnar hjá tónleikinum í Føroyum, serliga í Havn. Sum øllum kunnugt er einki stað, ið burturav er spælistað í Havn. Norðurlandahúsið er for stórt, Kaggin og Margarinfabrikkin eru for lítil. Tónleikarar í øllum Føroyum hava brúk fyri einum spælistaðið, sum kanska kundi mint eitt sindur um Mentanarhúsið í Fuglafirði (ella kanska slett ikki), har umstøðurnar eru serliga veittar til tónleikin og tónleikin eina. Tað er gott, at Asfalt setur ljóskastaran á hendan ómetaliga stóra trupulleika – sjálvt um talan kanska er meira um eina lummalykt enn ein ljóskastara. Í fjør fór yvirskotið frá festivalinum í ein grunn, sum skuldi (partvíst?) fíggja eitt spælistað. Hetta yvirskot man ikki hava verið serliga stórt, tí í ár er onnur, longu partvíst útgreinað, leið stungin út í kortið. Føroya Banki hevur, sum høvðusstuðul, lovað at latað 3000 krónur í Asfalts-grunnin fyri hvønn bólk, ið spældi á ársins festivali. Umleið 50 bólkar spældu í ár og 50 ferðir 3000 er 150.000. Hetta er fragari enn einki og, sum man tekur til á enskum, so kunnu biddarar ikki vera kræsnir, men for hundin! 150.000 er einki! Í Havn fært tú kanska grundstykki til ein pylsuvogn fyri 150.000. Serliga í miðbýnum. Men hetta er tíverri als ikki stórsti trupulleikin. Føroya Banki hevur rós og tøkk uppiborið fyri teirra stuðul – veruligi trupulleikin, elefanturin í rúminum, tað, sum øll síggja, men eingin sigur, at trupulleikan við einum spælistaðið átti Tórshavnar kommuna longu langt síðan at havt loyst. Jú, gamaní, kommunan stuðlar eins og Føroya Banki Asfalt, men eg sakni eina veruliga loysn á hølistrupulleikanum. Tórhavnar kommuna hevur í nógv ár hildið tónleikin fullkomiliga fyri gjøldur. Raðfestingin hjá Tórshavnar kommunu av tónleikinum hevur og er, fyri at siga tað pent, bæði katastrofal og frek, serliga samanborin við ítróttin, og sum úrslit er ein grundleggjandi partur av trivnaðinum hjá einum stórum parti av borgarunum í Havn fullkomiliga ignoreraður og burturtagdur. Hetta er av sonnum ræðuligt – ræðuliga vánaligt og ræðuliga ørkymlandi. Sum eitt tiltak, ið vísir fram tað spennandi, livandi og framúr feita, ið liggur og fýsir undir tónlistarliga lokinum, skuldi Asfalt, um rættvísi er til, víst politikarunum longur niðan gøtuni, at hesin manglandi vilji og yvirfloymandi illvilji er fullkomiliga og syndarliga absurd og í veruleikanum embætismisrøkt.


Ársins Asfalt spældi, í mínari meining, væl av. Sjálvt um strammað kundi verið upp í støðum, so er tiltakið sum heild gott, hugnaligt og, serliga, spennandi. Í teimum góðu, hugnaligu og spennandi løtunum varpaði Asfalt ljós á bæði tað góða og tað ringa í føroyskum tónlistarligum høpi – og tað ræðuliga í lokalpolitiskum høpi.