Tá vit vendu okkum til Asfinn Sigvardsen um at ferðast, var stutta svarið hjá honum, at vit høvdu vent okkum til skeivan persón, tí ferðamaður er hann ikki, sum hann tók til.
Men, vit vita, at Asfinn hevur verið óførur at gingið í náttúruni og í fjøllunum.
Og tá hetta varð sagt, fór maðurin at siga frá.
- Nei, eg eri ikki ferðamaður, men mær dámar væl at fara út um eingjargarðarnar, og onkran innanoyggjatúr átti man at farið í summar.
Sig eitt sindur um tínar ferðaplanir í ár?
- Ferðaplanum eri eg ikki darvaður av, so tað mesta stingur seg upp av sær sjálvum, sigur hann brosandi.
Hevur tú ferðast í flestu oyggjum í Føroyum – ella er onkur oyggj eftir at vitja?
- Eg kenni land okkara heilt væl, tí eg saman við vinmanni mínum, Jens Dalsgaard, havi gingið rundan um øll navngivin vøtn, allar navngivnar tjarnir í landinum og eina rúgvu av ónevndum.
##med2##
Asfinn vísir á, at hann tó ikki hevur verið í Lítlu Dímun.
- Lítla Dímun manglar, tí hon er so turrislig, men hana havi eg leingi droymt um at sleppa at vitja.
Hvønn týdning hevur tað fyri teg at sleppa út at ferðast?
- Nú skalt tú ikki skilja meg soleiðis, at eg ikki havi verið uttanlands. Tá eg skal siga tað sjálvur, haldi eg meg hava verið bara nokso raskan.
Asfinn Sigvardsen vísir á, at konuni dámar væl at ferðast, og hann heldur fyri, at hon eigur alla æruna av, at hann kann seta flugubein á eitt fitt tal av londum.
- Hvør týdningurin er av at ferðast, er ein trupul spurningur, heldur hann fyri.
At enda sigur Asfinn Sigvardsen soleiðis:
- Hevur tú verið úti og ferðast, kanst tú snakka uppi í, tá fólk tosa um ferðing, men tann besta kenslan man vera at fáa fótafestið aftur í Vágum, sigur hann brosandi.
Í VikuskiftisSosialinum seinast, sum fæst til keyps í blaðsølunum, eru fleiri fólk spurd um sínar ferðaplanir í summar.
Lesið eisini: Tað sigur mær einki at fara suðureftir













