HB skrivar fyri løtu síðani, at felagið eftir vánaligu gongdina seinastu tíðina hevur tikið avgerð um at enda samstarvið millum HB og André Olsen.
– Vit vilja takka André fyri tíðina í HB og ynskja honum alt tað besta frameftir, skrivar Havnar Bóltfelag.
– Vit fara nú at hyggja frameftir og fara innan stutta tíð at seta nýggjan høvuðsvenjara, skrivar felagið.











