Somuleiðis er eisini týdningarmikið, at allar íbúðarverkætlanir verða viðgjørdar eins.
Umsitingin hjá kommununi hevur gjørt eitt uppskot til kommunalu tilgongdina fyri verkætlanir, og Tórshavnar býráð hevur tikið undir við nýggju tilgongdini.
Greiðar leiklutir og uppgávur í tilgongdini
Tilgongdin er skipað í trimum løgum, ið fevna um Umsøkjaran, Kommununa og Borgaran/Almenningin. Her gerst greitt, hvønn leiklut mennarin av verkætlanini hevur, hvørjar ymisku uppgávurnar eru í umsitingini, nær verkætlanin skal viðgerast politiskt og síðani sendast landinum til endaliga góðkenning. Harumframt nær verkætlanin verður almenn fyri borgaranum.
Tað slepst ikki undan drúgvari tilgongd frá hugskoti, til endaliga byggisamtyktin er tillagað hugskotinum. Somuleiðis er íbúðarbygging ein lutfalsliga nýggjur bústaðarháttur í Føroyum, hóast hon er í stórari menning. So leingi sum ein bústaðarháttur, ið hóskar til okkara gomlu byggimentan og arkitektur, ikki er mentur, verður mett, at stórar íbúðarverkætlanir verða mentar í samstarvi við tey, ið vilja byggja.
Tórshavnar kommuna:
Hugskotið umrøtt millum umsøkjara og umsiting
Fyri at gera tilgongdina so einfalda sum gjørligt hevur umsitingin gjørt eitt skjal, ið vísir, hvørji viðurskifti mennarin skal taka støðu til eru viðkomandi, tá hugskotið verður latið umsitingini.
Síðani verður fundur millum umsøkjara og umsitingina í Tórshavnar kommunu, har ætlanin verður umrødd og tillagingar gjørdar um neyðugt. Við støði í tilfarinum og fundinum verður ætlanin lýst fyri politisku skipanini, soleiðis at hon kann taka støðu til, um hetta er ein ætlan, arbeiðast skal víðari við.
Hetta fyrsta stigið tryggjar, at politiska skipanin ynskir, at verkætlanin skal fremjast, áðrenn umsiting og umsøkjari brúka óneyðuga nógva orku at gera endaligt tilfar og uppskotið til serstøku byggisamtyktina.
Um politiskt ynski er um at fara víðari við verkætlanini, verður serstøk byggisamtykt gjørd til politiska viðgerð og almenna hoyring.










