Leygarkvøldið á jóansøku endar við einum tónleikabraki.
Tá fara 3 kendir bólkar at spæla á stóra pallinum á jóansøkuøkinum miðskeiðis í Vági.
Fyrstir fara teir í Hvarv á pall.
Hvarv hevur onkutíð í spølni verið nevndur ein interkommunalur bólkur. Har er ein vágbingur, ið býr í Vági. Ein hoyvíkingur, sum býr í Vági. Ein vágbingur, sum býr í Sandavági og ein tvøramaður, sum býr í Havn.
Hvarv gav tónleik úr um aldarskiftið, t.d. sangin Vovið av Guði. Síðtu 2 árini hava teir aftur gjørt um seg við útgávum og eru tvey løg komin, at koma út t.d. Sálarfrændi mín, og eitt er væntandi í summar. Til jóansøkukonsertina 2026 hevur Hvarv styrkt hópin og hevur Arna Holm Carlsen við á tangentar.
Anfinn og Co far á pall, og fara við sínum kendu sangum at seta lív í. Løttu og væl ljómandi sangirnir eru kendir og fleiri hava verið sonevndar landaplágur og eru fólkaogn.
Anfinn Nielsen er á odda fyri einum bólki, ið er mannaður við royndum, dugnaligum tónleikarum, so tá hann trívur í onkran góðan, kendan, lættan og skemtiligan sang, so borgar tað fyri, at lurtarin sleppur at røra seg og syngja við.
Páll Finnur Páll fer síðani á pallin. Bólkurin hevur langt síðani prógvað, at hann er millum fremstu konsertbólkar í landinum. Ikki minst orsakað av, at fólk kenna teirra sangir og syngja við.
Bólkurin hevur í mong ár verið manaður av einum føstum hópi av tónleikarum, ið duga sítt. Páll Finnur Páll duga at seta lív í áhoyrarafjøldina, og tað gera teir í Vági leygarkvøldið, tá teir enda jóansøkukonsertina 2026.
Jóansøkukonsertin byrjar klokkan 20:30 leygarkvøldið.












