Danska stjórnin fer at atkvøða ímóti uppskotum frá Dansk Folkeparti og Danmarksdemokratunum um at lækka avgjøldini á bensini og diesel.
Tað segði skattamálaráðharrin Jakob Engel-Schmidt í Fólkatinginum í dag.
Í staðin vil stjórnin brúka tvær milliardir krónur til fyribils at hækka koyrifrádráttin restina av árinum. Sambært stjórnini er hetta ein betri háttur at hjálpa teimum, sum eru harðast rakt av hækkandi útreiðslum til flutning.
– Vit eru samd um, at okkurt eigur at gerast, men vit hava valt at gera tað á ein annan hátt, segði Jakob Engel-Schmidt.
Dansk Folkeparti hevur leingi arbeitt fyri lægri avgjøldum á bensini og diesel og hevur eisini fingið meira enn 50.000 undirskriftir undir eitt borgarauppskot um málið.
Formaðurin í flokkinum, Morten Messerschmidt, segði í Fólkatinginum, at stóri stuðulin vísir, at nógv ynskja lægri prísir á brennievni.
Kortini bendir alt á, at uppskotið fellur. Umframt stjórnarflokkarnar hevur Eindarlistin boðað frá, at flokkurin fer at stuðla uppskotinum hjá stjórnini um hækkaðan koyrifrádrátt, og tí er meiriluti fyri hesi loysnini.
/ritzau/










