Assange kann blíva tingmaður

Ger avstraliumaðurin Julian Assange álvara av ætlanini at fara upp í politikk í heimlandinum, er tað als ikki óhugsandi, at hann verður valdur í avstralska senatið á valinum næsta ár.

Assange, sum stovnaði WikiLeaks, fær sambært einari meiningakanning hjá blaðnum Sidney Morning Herald stuðul frá einum fjórðingi av veljarunum. Tað eru serliga veljarar hjá flokkinum Tey Grønu, sum halda nógv av honum.

Fyri tveimum mánaðum síðani segði Julian Assange, at sambært avstralskari lóg kann hann stilla upp til senatið, hóast hann verður afturhildin í Bretlandi. Svenska ákæruvaldið hevur kravt at fáa Assange útflýggjaðan, tí tvær kvinnur har hava skuldsett hann fyri kynsligan ágang um summarið í 2010, og til avgerð er fallin í tí málinum, verður Assange hildin aftur í Bretlandi.