Tíðindaskriv:
Leygardagin 2. mai 2026 hevði Landsfelag Pensjónista aðalfund, har m.a. nevndarval var á skránni. Fyri vali stóðu tveir nevndarlimir og tríggir varalimir.
Jákup Andreasen og Erhard Jacobsen stillaðu ikki uppaftur til nevndina.
Í nevndina vóru vald:
- Astrid Debes Jacobsen frá Eldrafelagnum Vesturskin í Vestmanna og
- Johild Joensen frá Eldrafelagnum Nón í Runavíkar kommunu
Sum varalimir vóru vald:
- Mads Guttesen, Pensionistafelagið í Havn
- Sjúrður Kjølbro, Pensjónistafelagið Hugni í Klaksvík
- Jens Marius Poulsen, Pensionistafelagið í Havn.
Eftir aðalfundin skipaði nevndin í Landsfelag Pensjónista seg soleiðis:
- Beate L. Samuelsen, forkvinna
- Maria Olsen, næstforkvinna
- Alfred Olsen, nevndarlimur
- Astrid Debes Jacobsen, nevndarlimur
- Johild Joensen, nevndarlimur









