Kim Simonsen
"Tann, sum hevur verið, kann herfrá ikki meiri ikki hava verið. Frá hesum loyndarfulla og ókomandi roynda luti, at hava verið, fær hetta menniskja nú eitt ferðagjald til ævinleikan."
Vladimir Jankélevitch
Herfyri gjørdist Bergur Hansen ph.d. við eini ritgerð um William Heinesen. Bergur er hin fyrsti, ið hevur skrivað eina heila ph.d. ritgerð um William. Hann er mag.art í norðurlenskum bókmentum frammanundan og skrivaði konferensritgerð um William. Nógv hava skrivað teirra cand.mag og mag.art spesialir um henda kenda høvund. Onnur hava skrivað bøkur og greinar um mannin. Mangan er langt millum hesar tulkarar, tí William hevur eins og aðrir stórir høvundar verið tulkaður og endurtulkaður fleiri ferð.
Bergur Hansen, ið er kendur sum skribentur í føroyskum bløðum og tíðarritum og sum fyrilestrarhaldari í Útvarpinum og í ymiskum høpi við ráðstevnur í Danmark og í Føroyum, hevur fyrr útgivið eina bók um Karsten Hoydal og náttúruyrkingar hansara. Í dómsnevndini sótu Anker Gemzøe, Bo Håkon Jørgensen og Erik A. Nielsen.
Tað, sum er projektið hjá Bergi í hesi ritgerð, er ein kanning av teim seinnu skaldsøgunum hjá William Heinesen í mun til, sum ph.d. ritgerðin eitur,: "At genfortrylle verden- En hermeneutisk-fænomenologisk undersøgelse af tab og genvindelse i William Heinesens senprosa". Hetta mekir, at hann ikki viðger yrkingarnar hjá Williami ella tær fyrru skaldsøgurnar. Bergur tulkar ein reyðan tráð, ella tráðin, sum hann meinar í seinritverkinum frá 1950-85. Henda tíðin verður mangan kallað Williamsa ?mytiska-fabulerandi". Til hesa tíð hoyra skaldsøgan "De fortabte Spillemænd" og hon endar við stuttsøgusyklusini "Laterna Magica". Bergur førdi fram í síni verju, ið vardi í meiri enn tríggjar tímar, at granskarar halda seinna ritverkið hjá Williami vera hitt besta, ella listarliga hæddarpunktið. Men á hesum dramatisku hæddum eru eisini stórir ástøðiligir mótsetningar, og henda ritgerð er á tremur av ástøði Ein av hesum mótsetningum er, at William livdi í eini dansk-føroyskari verð og í einum hetrogenum møti millum sannroyndir frá føroyskari miðøld og einum donskum-europeiskum moderniteti. Hetta møti millum tvær mentanir, tvey háttaløg og tveir hugsunarhættir endaðu hjá Williami við, at hann evnaði sær ein serligan veruleika, har rúm var fyri mytuni og realismu, sosialum kritikki og óendaligum hugflogi og moderniteti í senn.
Seinritverkið og mytan
Bergursa ritgerð er eini 290 síður. Hann brúkar væl av orku uppá at tulka seina ritverkið, tó er "Det gode håb" ikki umboðað, hvat kanska er heldur løgið. Hetta varð funnist at. Við eru tulkingar av skaldsøgum sum "De fortabte spillemænd", "Moder syvstjerne", "Tårnet ved verdens ende" og søgur sum "Grylen", "Dillettanterne" og "Tantalos og fluerne" fáa frøðliga viðgerð. Serligani væl úr hondum greitt er eitt eini fjøruti síður langt granskingaryvirlit. Har kunnu vit lesa um øll, sum hava skrivað um William. Bergur hellur mest til ta leið, sum W. Glyn Jones stóð fyri, í mun til ideologikritiskar leiðir, sum vit síggja hetta hjá Henrik Ljungberg, har hesin brúkar Marcuse (hann var hot í 1976) sum ein marxistiskan og sosialistiskan karm. Hjá Glyn-Jones er tað kosmiska hjá Williami í fokus og ævinleikin og ikki sosialisturin ella kommunisturin William. Eg haldi, at báðar síður eru aktivar hjá Williami og at skaldsøgur sum "Det gode håb" júst vísa eina bardagafúsa humanismu, sjálvt um William partvíst kom at byggja søguligu skaldsøguna á eina søgufatan, ið er merkt av, at hon einsíðugt er skrivað frá einari síðu, tí føroysku. Men tað er eitt annað kjak. Bergur er kanska for skjótur av kvetta við stokkin til allan politik og politiska tilverufatan, herundir hvussu William er ávirkaður av Kirk og kulturradikalum intellektuellum sum Gelsted. Ein annar granskingarháttur er hin meiri sálarligi og intertekstuelli, ið vit síggja hjá Malan Marnersdóttir. Bergur heldur, at hon og Ann-Kari Skarðhamar redusera sjálvt temaið um tapið. Bergur heldur, at tað er ein størri frágreiðingarmegi í eini hermeneutiskari leið, enn í eini meiri postmodernaðari.
"Det er et ønske om at flytte tyngdepunktet i forskningsdiskussionen fra den gamle diskussion mellem kosmiske og ideologikritiske tolkninger til en mere nutidig litteraturvidenskabelig diskussion inden for poststrukturalistiske rammer."
Her eri eg samdur við honum og gleði meg at lesa meiri um hetta - eg havi ikki lisið alla ritgerðina enn. Hin vegin haldi eg, at ein tilvitan um retorik og intertekstualitet kann virka sum ein modernistiskur antimimetiskur mytukritikkur, ið eisini kann vera áhugaverdur.
Metapoesi
Tað Bergur hevur áhuga fyri er, hvussu listamaðurin William broyttist og loyvdi einum listarligum moderniteti at traðka meiri fram, í mun til t.d. "Blæsende Gry" og "Den Sorte Gryde ", har mytan og ein fabulerandi síða kundi koma fram. Gjøgnumbrotið fyri hesa leið varð "De fortabte Spillemænd", ið utkom i 1950, William byrjaði tó at skriva hesa bók langt áðrenn kríggið. Bergur meinar í síni tulking, at lykilin til listarligu modernismuna og modernitetin hjá Williami er at tulka, hvussu William brúkar mytuna metapoetiskt. Her meinar Bergur, sum mytugranskarar flestir í dag, at mytan er ein fyrrverandi religiøsur sannleiki, sum í dag í okkara sekuleru avmytologisering er endað sum ein symbolsk søga, millum aðrar. Tað gerst tí høvuðsendamálið hjá Williami at skriva mytuna og symbolið inn í ein modernaðan bókmentasamanhang í 20. øld. Bergur meinar, at hann hevur ávíst eina nýggja tulking og eitt samband millum mytuna og listarligan modernitetin hjá Williami. Í hesi verjurøðini fyri mytuni í modernaðari list sigur Bergur, at mytan er ein roynd at forsona ein syndraðan modernistiskan heim og tí leggur mytan á at endurskapa eina heildartulking, sjálvt um veruleikarepresentatiónin er fylt við eini tilvitan um, at heimurin ikki er heilur, ikki letur seg umboða longur og tí er fullur í mótsetningum. Taka vit t.d. eina vanliga mytu sum hana um Adam og Evu, so er hon enn fyri trúgvandi ein søga, ið er verulig, tí hon umboðar 1:1 sannleika um skapanina og syndafallið. Upprunaligar mytur, ella tulkingin av hesum fyrihalda seg naivt realistiskt til bæði lesara og mytuna og viðurskifti millum mytuna og lesaran. Ein modernaður høvundi sum William brúkar slíkar mytur sum metaposi, t.d. eitur høvuðspersónurin og gávaði tónleikarin í "De fortabte spillemænd" Orfeus. Tað var hann, sum í greskari mytologi spældi Eurodyke úr deyðsríkinum. Hann var sangari og yrkjari og meistarin hjá lyruni,, sonur eina musu. Tá elskaða unnustan Eurydike doyði syrgdi hann so at sjálvt steinar og trøð lurtaðu eftir hansara harmasangi. Charon sigldi hann yvir ánna Styx. Eftir tingingar við Hades fekk hann Eurydike við heim, men hon mátti, sum kona Lot á sinni, ikki hyggja aftur um bak. Men tað gjørdi hon (sjálvandi) og hereftir varð Orfeus ein tragiskur og einsamallur sangari. Tapið innskrivaði seg í hansara tilvitan, hann livið um náttina og sum søgnin sigur eina dyonysiska tilveru.
William dugdi at fáa frásøgufólkini í skaldskapinum og gjøgnum formin var hann tilvitaður um at brúka hesar mytur, ið mangan innihalda hópin av mótsetningum. Bergur meinar, at William brúkar mytuna sum eitt modernistiskt metaperspektiv og sum ein estetikk.
Tap og endurvining
Ein sentral niðurstøða hjá Bergi er, at moderniteturin hjá Williami sæst sum ein rørsla millum tap og endurvinning av hesi mytisku tilverufatan. Til hetta hevur Bergur brúkt Paul Ricoeursa hermeneutik, ið hann brúkar til at koma við eini frágreiðing av viðurskiftunum millum tanka og mynd, hugsan og hugflog, myta og modernitet. Hjá Riceour finnur Bergur eina sera (ov) alfevnandi ástøði, ið m.a. vil gera av við negativan mytukritik sum t.d. hjá Cassier. Til hetta brúkar Riceour hugtøkinum um symbolið, metaforin og frásøguna.
Her eri eg ikki heilt samdur við hermeneutikkin ella Riceour, tí øll 20. øld. hevur verið ein uppgerð við mytur innan politik, mentan, trúgv og heimspeki. Vísundasøgan er á tremur av gloymdari ástøði, "sannleikin" av í dag kann gerðast ein myta í morgin, her í comonsense týdninginum sum lygn og tvætl. Persónligani ræðist eg partvíst mytuna og haldi, at tað kann vera torført at brúka hana positivt innan modernaða list, eins og tað í dag t.d. er torført at mála málningar av Job, Tóra, Tantalus, Orfeus o.sfr. Hetta endar lætt sum tóm pathos, kitch og longsul eftir traditión. Mest av øllum ræðist eg , at bókmentafrøðingar forelska seg í romantiskum, hermeneutiskum og poststrukturalistiskum perspektivum, ið vilja siga, at "søgan" ella "mytan" er ein nærum apriorisk ontologisk stødd, ið gongur fram um skynsemi og okkara filosofisku tilvitan, tí hetta er at blanda tvey niveau saman, eitt ontologiskt og eitt, ið er avleitt av lesing av bókmentum, ið altíð er eitt annað slag av veruleika. Men hin vegin tá tað eydnast, sum hjá Williami, er tað eitt enn størri bragd, hesum gevi eg Bergi rætt í. Men tað er ikki alt, sum eyðnast hjá Williami, mangan eru persónarnir alt ov veikir og urmyturnar føða og endurføða nýggjar týdningar, ið kunnu virka sum klisjeir, sum t.d. mytan um (ur) móðurina, ið er naiv, hetta vísti Anker Gemzøe eisini á. Tað er mangan sum um vitalistiska tilbiðjanin av eskistentialum, sum barnið og kvinnan gerast mytiskir formar uttan samband við ein fjølbroyttan modernitet og ein sálarligan diskontinuttet. Tað er eisini vert at hugsa um, hvat Iris Murdoc helt fyri, at: "verulig menniskju er oyðileggjandi fyri mytuna". Eg sakni eina meiri kritiska frástøðu hjá Bergi til Williamsa ritverk t.d í mun til norðurlensk samtíðarhøvundar og at Bergur eisini kann vísa á, at William ikki er eitt poetologiskt helgimenni. Framhald.