– Tað er í hesum loftsrúmi fyri eystan, at tankarnir verða føddir, og flestu verkini eru komin í verðina, sigur hann og festir sær í ballaðu sigarettina. Tubbaksroykurin legst tjúkkur, men hvørvur aftur so líðandi. Júst sum mannalívið, ið bara er eitt bil og ein dag endar og er burtur úr hesum heimi. Ein tanki, ið hevur fylgt honum alt lívið og sæst aftur í skaldskapinum.
Rúmið er ikki stórt, einar tíggju fermetrar til støddar. Men tað hevur ongan týdning, tí hvørki høvundur ella hugaheimur lata seg avmarka. Ótamda lyndið reikar á villum víddum, og tað, sum fyrr vórðu duldar kenslur og fjøtraðir tankar verða kveikt aftur til lívs.
Undir skráninginum fyri norðan stendur ein svørt leðursofa. Brúnliga borðið, ið leggur kropp til hópin av hondskrivaðum pappírslepum, rúgvar væl upp miðskeiðis í rúminum, og undir skráninginum syðru megin hevur hann búgvið seg út við neyðuga búnaðinum; telduni, printaranum og orðabókum. Av tí gamla og tjúkka slagnum á prenti.
Gomul útklipp úr pappírsavísum prýða skráningarnar. Tey hava fingið heiðurspláss, nakrar av hetjunum. Frá Peturi Pólssyni til Arethu Franklin og Friedrich Nietzsche, bara fyri at nevna nøkur. Bøkur og bókahillar fylla rúmið fyri rest. Yrkjarar og høvundar í rúgvuvís.
Vit eru heima hjá Jóanesi Nielsen, yrkjara og rithøvundi. Yviri við strond í Havn. Fittligu húsini omanfyri vegin og eystara loftsrúmið eiga ein týðandi leiklut á yrkisleið Jóanesar og hava gjørt tað møguligt tey seinnu árini at liva sum yrkjari og rithøvundur burturav.
– Vit keyptu húsini fyri ikki so nógvar pengar í 1994. Kreppan leikaði, og botnurin var farin undan húsamarknaðinum. Kanska skulu yrkjarar og høvundar vera glað fyri, at kapitalisman av og á hevur so djúpar kreppur og fer í smildur, tí so ber til at keypa sær eini bílig hús uttan stóra skuld og húsalán, sigur hann og lyftir eygnabrúnnar.
Rúmið, ella skrivirúmið, sum Jóanes sjálvur kallar tað, er ikki bara eitt rúm millum onnur. Tað hevur ein heilt serligan týdning. Tað er sjálvur hjartaslátturin í tilveru hansara sum yrkjari og rithøvundur.
– Í hesum rúmi eri eg hvønn dag frá morgunstundini og í nógvar tímar, kanska einar tíggju, tí tað krevur skrivingin av mær. Tíbetur fæst konan Rannvá sjálv við at mála og skriva. Gjørdi hon ikki tað, eri eg ikki vísur í, at hetta hevði borið til, tí eg man vera nakað keðiligur at liva saman við. Tá ið eg ikki skrivi, liggi eg vatnrættur á sofuni og lesi mær stimbur og íblástur. Eg dugi illa at sita uppi og lesa og má liggja afturá, sigur hann.
Rúmið, ella tað at skapa sær karmar og umstøður at skriva, hevur fylgt Jónaesi frá fyrsta degi. Hann loysti úr lagdi longu síðst í sjeytiárunum við fyrsta yrkingasavninum Trettandi mánaðin, sum kom út í 1978, og nøkur ár seinni kom eisini yrkingasavnið Pinnabrenni til sosialismuna. Tey árini búðleikaðist hann í styttri og longri tíðarskeið til leigu í summarhúsum á Ternuryggi og gjørdi sær rúm til endamálið at skriva. Tá var tað við skrivimaskinu.
##med2##
##med3##
Árvakin íblástur
Jóanes Nielsen er ein av okkara fremstu og mest lisnu núlivandi yrkjarum og rithøvundum. Hann hevur skrivað hópin av greinum til bløð og tíðarrit, hann hevur skrivað yrkingar og givið søvn út og skrivað handrit til leikir, ið hava verið framførdir á Tjóðpalli Føroya. Og so hevur hann skrivað skaldsøgur, sum í vavi telja fleiri enn 1.200 blaðsíður tilsamans. Talan er tí ikki um løtuverk, men um stórverk, sum fevna um eitt tíðarskeið upp á næstan fimm áratíggju.
Men hvaðani stavar íblásturin og kveikjanin til skaldskapin?
– Eg lesi nógvan skaldskap hjá øðrum, og tað kastar beinanvegin nýggjar tankar av sær. Ein yrkjari og høvundur, sum ikki lesir aðrar tekstir enn teir, hann sjálvur hevur skrivað, kemur ongan veg. Tað er neyðugt at lesa annan skaldskap til tess at víðka um sjónarringin og stimbra orðafeingi og málsliga førleikan. Tað ber uttan iva til at skriva upp á talentini tey fyrstu árini. Men verða evnini ikki røkt og hildin við líka og høvundurin fer í annan haga at vita, hvat har grør, steðgar upp fyrr ella seinni. Tí hevur tað altíð havt stóran týdning fyri meg at lesa og lesa nógv. Hartil havi eg góð oyru og leggi mær ymiskt í geyma, sum sagt verður millum manna. Ofta kunnu børn, uttan at tey vita tað, vera til stóran íblástur, tí teirra fatan av heiminum er óspilt og naiv. Tey vita ikki av, at orðini eru næstan sum skraddaraseymað til eina yrking, sigur hann.
Hann vísir á, at tað ræður um at vera árvakin, tí íblásturin kann standast so brádliga.
– Eg havi altíð ein pappírslepa og okkurt at skriva við uppi á mær og eri til reiðar at krutla okkurt á pappírið, skuldi ein innrás og flóðalda av orðum brádliga tikið dik á seg. Onkuntíð er tað komið fyri, at reglur eru komnar til mín í dreymi. Sjáldan heilstoyptar yrkingar, men reglur, sum sita væl. Bara einaferð havi eg upplivað at hava droymt eina yrking lidna, sigur hann.
Men, leggur hann aftrat, at ein tann skilabesta avgerðin – tað visti hann bara ikki fyrr enn nógv ár seinni – var, tá ið hann sum 20 ára gamal í 1973 fór at arbeiða hjá Balslev á Eystarubryggju í Havn.
– Tá kom eg at arbeiða millum menn í Havn, sum vistu alt um søguna um býin og fólkini. Tað var stórur íblástur, sum seinni kveikti lív í fleiri av mínum yrkingum og skaldsøgum, eitt nú skaldsøguna Brahmadellarnir, sum er um elstu familjuna í Havn.
Men íblástur er ikki nóg mikið í sær sjálvum og bara, skal ein liva av at skriva og vera yrkjari og rithøvundur, heldur Jóanes Nielsen.
– Tað er møsn at billa sær inn, at tað einans ber til at skriva, tá ið andin er til staðar. At skriva er fyrst og fremst hart arbeiði, ið krevur av høvundanum, at hann er lýðin og áhaldandi, sigur hann.
##med4##
##med5##
Munur á yrking og skaldsøgu
Á borðinum sløðast hondskrivaðu pappírsleparnir. Tað eru orð, sum spakuliga búnast. Reglu fyri reglu vaksa tey seg til eina heild og taka skap sum ein yrking.
– Tá ið eg fái upp í lag og tað hóskar til høvið, savni eg orðini saman og fái skriva tey inn á telduna. Tá ið printarin spýtur út aftur í hinum endanum, er talan um eitt handrit, sum er týðiligari og munandi lættari at lesa og arbeiða víðari við. Soleiðis eru at kalla øll míni yrkingasøvn vorðin til, sigur Jóanes.
Hann heldur, at tað er munur á at arbeiða við eini yrking og kynstrinum at skrivar drúgvar skaldsøgur.
– At skriva eina skaldsøgu er eitt munandi meira krevjandi intellektuelt arbeiði, sum ofta fevnir um eitt langt og drúgt tíðarskeið, eini trý ella fýra ár, sum eg má seta burtur av til endamálið. Ein yrking kann afturímóti vera liðug upp á stutta tíð. Hon kann koma til mín knappliga, men soleiðis er tað ikki við skaldsøgum. Tær krevja munandi meira, sigur hann.
Sjálv tilgongdin til handverkið er eisini øðrvísi, tá ið talan er um skaldsøgu, vísir Jóanes á.
– Tað var amerikanski rithøvundurin Ernest Hemingway, sum eina ferð kom við teimum skilagóðu ráðunum, at tú ongantíð skal skriva ein íblástur heilt lidnan og til endans, men goyma tær ein bita til seinni. Tað eru skilagóð ráð, tí um eg siti og skrivi seint út á kvøldið, eigi eg kortini eitt klípið at byrja við morgunin eftir. Á tann hátt kemur ikki stígur í, og skrivingin er allatíðina á lívi og á veg. Hóast eg sjáldan havi livað eftir hesum ráðum, havi eg altíð hildið tey vera skilagóð og verd at hava í huga, sigur Jóanes og leggur aftrat, at hann í sínum verkum hevur lagt seg eftir at skriva so einfalt, klárt og so greitt sum yvirhøvur til ber.
– Tað hevur týdning, at lesarin er við frá byrjan og fær hug at halda fram at lesa. Tí havi eg altíð roynt at orða meg so greitt, at ongum nýtist at hava lisið aðrar og háfloygdar bókmentir til tess at skilja týdningar og tilsipingar í mínum verkum, sigur hann.
##med6##
##med7##
Orðið sum miðil
Men hvat er tað í grundini at skriva? Og hvønn týdning hevur yrkið at skriva fyri Jóanes Nielsen?
– At skriva er tann allarbesti mátin at geva mínar tankar og kenslur til kennar. Skal okkurt sigast ógvuliga vakurt og poetiskt, er eingin frægari máti enn at lýsa tað við orðum. Tað er heldur eingin so góður miðil sum orðið, skal okkurt sigast neyvt og beinrakið, og einki kann sum orðið gera fólk firtin. Og so er tað sum við ringum vanum og brennivíni; Tú verður bundin av tí, og sum frálíður gerst ikki annað enn at skriva. Tað verður rætt og slætt til ein máta at liva uppá. Ein lívsstílur og ein háttur at vera til í heiminum. At skriva er mítt lív og mítt dagliga narkotika, sigur hann.
Jóanes Nielsen ber ofta orð fyri at vera bersøgin rithøvundur og uttan himpr at siga tað, hann meinar. Yrkingarnar og skaldsøgurnar bera stundum, fyri ikki at siga ofta, brá av hesum. Greinirnar og leikirnir tað sama. Ein óstýrilig fanden-i-voldsk kensla spríkir úr reglunum. Hann er sum ein leyva, ið ikki letur seg temja.
Sjálvur ásannar Jóanes, at lýsingin ikki er heilt av leið og hevur sína orsøk og uppruna.
– Málburðurin endurspeglar helst tað umhvørvið, ið eg havi ferðast í gjøgnum lívið og eri merktur av. Eg gavst í skúlanum og fór til skips longu sum 14 ára gamal, og seinni havi eg verið á arbeiðsplássum, har málið hevur verið ógvuliga líka til og púra uttan filtur. Har høgt hevur verið til loftið og vítt til veggja og loyvt at siga tað, sum spontant og næstan av sær sjálvum kom av munni. Eisini tað ljóta, fúla og áloypandi, sigur hann.
Men Jóanes Nielsen kann eisini, og betur enn tey flestu, lýsa og seta orð á tað góða og tað vakra. Um kærleika og nærveru. Erotisku lýsingarnar eru ikki bara fúlar. Tær eru eisini skrivaðar við eymleika. Og so dugir hann eisini at seta orð á og lýsa tað trupla og tað svára. Tað, sum onnur ikki tora at nerta við. Sálarsjúku til dømis. Eitt evnið, sum í nógv áratíggju varð tagt burtur í føroyska samfelagnum, og sum Jóanes so meistarliga lýsir og settir sjóneykuna á í leikinum Eitur nakað land weekend, sum gekk á Tjóðpallinum fyri nú nógvum árum síðani.
– Fyrr í tíðini var sálarsjúka eitt tabu og ofta tengt at fatanini um moral. Tulkað sum ein revsing frá Gudi og ikki sum eitt sjálvstøðugt univers í huganum á menniskjanum. Tað er stórt drama í at lýsa slíka støðu, og samspælið millum orð og leik á palli klæða lýsingini væl, heldur hann.
##med8##
##med9##
Tað dulda millum linjurnar
Tað er einki dulsmál, at átrúnaður, politikkur og samfelag eru millum høvuðstættirnar í skaldskapi Jóanesar og kørgu umstøðurnar hjá vanliga arbeiðaranum og fiskimanninum. Sjálvur hevur hann ongantíð dult sínar politisku sannføringar á ytsta vinstraveinginum.
Men í skaldskapinum hevur tað verri enn so altíð verið tilætlað at lata tekstirnar í ein politiskan búna og ham og tala fyri sosialismuni og kommunismu, sigur hann.
– Tað dulda og ótilvitaða sæst millum linjurnar. Júst sum tá ið trúboðarin Victor Danielsen á sinni royndi seg sum prosahøvund. Tað var rein propaganda, og eg sigi meg ikki frían fyri tað sama, um enn tað sjáldan hevur verið tilætlað, sigur Jóanes.
Eitt annað evnið, sum gongur aftur og er vorðið meira sjónligt í skaldskapi Jóanesar seinnu árini, er likamliga forfallið og tann óreingiligi og beiski veruleiki, at vit ein dag skulu doyggja og fara foldum frá. Tekstirnir bera tí brá av at vera eksistentiellar hugleiðingar. Serliga kemur tað til sjóndar í yrkingasavninum Rakkaljóð, sum var tað tíggjunda í røðini og kom út í 2020. Har dregur yrkjarin saman um og er so smátt farin at rigga av og takka fyri seg.
– Tað var systkinabarnið Pauli Nolsøe, sáli, sum einaferð í mínum ungu døgum segði, at størsti trupulleikin hjá menniskjanum er, at tað skal doyggja. Tað var ikki sørt skelkandi fyri meg at hoyra tá, tí eg var bara ein 16-17 ára gamal unglingi. Men tá ið eg nú, nógv ár seinni, líti aftur á tað, sum eg havi skrivað, eru nekrologar og minningarorð um lívið eitt afturvendandi tema. Og tá ið eg hugsi um sannleikan í orðum Paula, at størsti trupulleiki menniskjunar er, at tað skal doyggja, má eg ásanna, at tað er kraft í teimum orðunum og hugvekjandi sum høvundur at reika á teimum rásunum. Tí lívið er bara til láns og skal berast aftur. Og tað er ein sannroynd, at spurningar um eksistensin eru nógv eldri enn ismurnar og ástøðin um sosialismu og kommunismu og hava fylgt menniskjanum til allar tíðir. Tí er tað kanska ikki so løgið, hóast alt, at tað fyllir í mínum skaldskapi, sigur Jóanes.
Hann hevur aftur fest sær í sigarettina. Hann roykir millum tíggju og fimtan um dagin, sigur hann. Og meðan bommeskjan framvegis er hálvfull og kaffikrússið hálvtómt, hugleiðir Jóanes um ta síðstu tíðina, sum okkum tó ikki er givið til fulnar at kenna, hvørki tíman ella dagin.
– Eg eri ikki bangin fyri at doyggja og ræðist ikki deyðan. Men tað er lætt at siga nú, frískur og á lívi. Hvussu støðan hevði verið, um eg í morgin fekk deyðadómin frá læknavísindini, er ein onnur søga og hevði uttan iva kveikt lív í ein nýggjan ótta, sum er øðrvísi enn upprunaóttin fyri deyðanum, sigur hann.
Jóanes Nielsen er enn á lívi og okkara millum. Um nakað legst aftrat rúgvuni, sum longu er skrivað, dugir hann tó ikki við vissu at siga. Tað fer tíðin at vísa.
Livst so spyrst.
##med10##
##med11##
##med12##
FAKTA:
Jóanes Nielsen er føddur 5. apríl í 1953.
Hann hevur skrivað hópin av greinum, yrkingum og skaldsøgum og hevur eisini skrivað handrit til fleiri leikir, sum settir hava verið á pall. Fyrsta yrkingasavnið Trettandi mánaðin kom út í 1978.
Flestu verkini skrivar hann á loftsrúminum heima við hús Yviri við strond í Havn, og keldurnar til íblástur eru fleiri og fjølbroyttar.
Yrkingar og skaldsøgur Jóanesar eru millum mest lisnu verk á føroyskum, og fleiri av verkum hansara eru eisini týdd til onnur mál.
Myndir: Álvur Haraldsen