Flight International, eitt tað mest virda tíðarritið, ið viðger flogferðslu, staðfestir, at Atlantic Airways setir nýggjar standardir í evropeiskari flogferðslu við nýggju navigatiónstøknini í Airbus 319-flogfarinum
Í tveimum greinum í nýggjastu útgávuni umrøður Flight International gjølla navigatiónsskipanina RNP AR, ið fyrstu ferð varð tikin í nýtslu í Evropa, tá Airbus 319-flogfarið fór í rutuflúgving 28. mars.
Atlantic's approach sets new standards, eitur yvirskriftin á síðu 11. Tíðarritið staðfestir, at flogfarið er serliga væl útgjørt at flúgva upp á Vágar, og at Atlantic Airways er slóðari í Evropa við nýggju tøknini.
Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways, sigur við Flight International, at hóast nýggja tøknin frammunundan er tikin í nýtslu í Alaska og Nýsælandi, er Atlantic Airways errið av at vera fyrsta felag við tøknini í Evropa. Hann sigur seg eisini vænta, at fleiri evropeisk feløg fara at brúka RNP AR-tøknina.
Hesum tekur Flight International undir við og skrivar í aðrari grein, at loksins er nýskapandi tøknin til lendingar og fráferðir komin til Evropa.
Blaðið heldur, at nýggja tøknin kann stytta um flogleiðir, minka um nýtsluna av brennievni og minka um dálkingina frá flogferðslu. Nýskapanin skuldi verið breidd út til alt Evropa, heldur blaðið.
Flight International skrivar eisini, at Evropa hevur fingið hesa menningina inn gjøgnum bakdyrnar umvegis Atlantic Airways og innflúgvingar upp á Føroyar. Her eru fyrimunirnir av tøknini eyðsýndir, tí flogvøllurin liggur í fjallalendi.
Soleiðis var eisini í Nýsælandi, kring Himalaya-fjøllini og í USA, har Alaska Airlines gekk undan fyri at bøta um sambandið við serligar flogvøllir í Alaska.
Niðafyri síggjast leinkjur til tveir bloggar, sum David Learmount, operations and safety editor á Flight International skrivaði frá ferðini við Atlantsflogi.
http://www.flightglobal.com/blogs/learmount/2012/03/on-final-for-the-faroes-europe.html
http://www.flightglobal.com/blogs/learmount/2012/04/the-faroes-and-rnp.html
??