Áki í Skemmuni, sum seinastu nógvu árini hevur staðið á odda fyri vinnustevnuni, sigur, at hann er væl nøgdur við umstøðurnar, sum helst verða uppaftur í Klaksvík næsta ár

Atlantic Fair verður í Klaksvík tíðliga næsta summar

Vinnustevnan, sum hevur 25 ár á baki, hevur seinastu átta árini verið í Klaksvík. Soleiðis verður eisini í 2026

Áki í Skemmuni, sum seinastu nógvu árini hevur staðið á odda fyri vinnustevnuni, sigur, at hann er væl nøgdur við umstøðurnar, sum helst verða uppaftur í Klaksvík næsta ár

Umleið 180 fyritøkur luttaka vanliga á Atlantic Fair, og alt bendir á, at undirtøkan næsta ár fer at verða líka góð sum undanfarin ár.

 

- Nærum øll plássini eru bókaði av føroyskum og útlendskum fyritøkum, tó eru nøkur pláss eftir.

 

Soleiðis siga tey í Klaksvíkar kommunu í dag.

 

Áki í Skemmuni, sum seinastu nógvu árini hevur staðið á odda fyri vinnustevnuni, sigur, at hann er væl nøgdur við umstøðurnar í Klaksvík.

 

- Umvælingin í KÍ-høllini gevur meira gólvpláss, og gongst sum ætlað, verður hotellið KG eisini latið upp í mai komandi ár. Eydnast hetta, fer hesin møguleikin at geva teimum vitjandi enn betri møguleikar til netverkan - eisini eftir, at básarnir hava latið aftur.

 

Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, fegnast eisini um, at vinnustevnan aftur verður í Klaksvík.

 

- Tað hevur nógv at siga, at vit sum kommuna stuðla undir, at lokalar fyritøkur fáa eina slíkan sýnsglugga í nærumhvørvinum. Ein slík vinnustevna gagnar ikki bara vinnuni, sum tekur lut á stevnuni, men eisini øðrum mat- og handilsveitarum í nærumhvørvinum, sigur borgarstjórin.

 

Atlantic Fair byrjar 19. mai 2026.

 

Áki í Skemmuni, sum seinastu nógvu árini hevur staðið á odda fyri vinnustevnuni, sigur, at hann er væl nøgdur við umstøðurnar, sum helst verða uppaftur í Klaksvík næsta ár