Atlantic Petroleum hevði 2,9 milliónir í halli

Eginognin hjá føroyska oljufelagnum var negativ við 119,6 milliónum krónum við endan av øðrum ársfjórðingi. Skuldarumskipanin fer tó at minka samlaðu skuldina munandi.

Atlantic Petroleum hevði 2,9 milliónir krónur í halli eftir skatt í øðrum ársfjórðingi í ár. Rakstrarhallið var 2,7 milliónir krónur, meðan umsitingarútreiðslurnar vóru 800.000 krónur.

 

Úrslitið svarar til eitt hall á 0,78 krónur fyri hvørt partabræv. Við endan av ársfjórðinginum var eginognin negativ við 119,6 milliónum krónum.

 

Fyrra hálvár hevur serliga verið merkt av arbeiðinum at fáa skuldina hjá felagnum umskipaða. Atlantic Petroleum gjørdi 30. apríl avtalu við høvuðskreditorarnar.

 

Tá ið seinasta gjaldið til Betri Banka er flutt, verður samlaða skuldin hjá samtakinum lækkað við 98,3 milliónum krónum. Mark T. Højgaard, stjóri í Atlantic Petroleum, sigur, at hetta er eitt avgerandi stig í arbeiðinum at styrkja fíggjarligu støðuna hjá felagnum.

 

Samstundis hevur endaligi framleiðslusteðgurin á Orlando-oljuleiðini havt við sær, at Atlantic Petroleum hevur verið noytt at niðurskriva virðini, sum eru knýtt at oljuleiðini, munandi.

 

– Hetta undirstrikar tørvin á at tryggja samtakinum nýggjar framleiðslukeldur. Skuldarumskipanin og ein styrkt fíggjarstøða geva okkum eitt tryggari grundarlag at virka víðari frá, sigur Mark T. Højgaard.

 

Atlantic Petroleum hevur høvuðssæti í Havn og luttekur í olju- og gassverkætlanum saman við altjóða samstarvsfeløgum. Felagið hevur dótturfeløg og skrivstovu í Bretlandi og er skrásett á Nasdaq-børsinum í Keypmannahavn.