Millum klokkan 10 og 14 í dag sendi FM1 beinleiðis úr Klaksvík í samband við, at Torradagar eru í Klaksvík í hesum døgum.
Reportararnir hjá FM1, Petur Zachariassen og Óli G. Samuelsen prátaðu við ymisk fólk kring Klaksvíkar bý.
Atlantis Bio er eisini partur av Torra-døgunum, og Óli og Petur fingu orðið á Beintu Gregersen, leiðara í Atlantis Bio sum greiddi frá, at tað eru ikki bara útlendskir filmar sum verða sýndir í Atlantis Bio í hesum døgum.
Filmurin hjá Zachariasi Hammer "Línumenn" verður eisini sýndur í Atlantis Bio í samband við Torradagarnar.
Atlantis Bio hevur 12 serlig setur. Eitt atgongumerki til hesi setrini kostar meir enn eitt vanligt atgongumerki, men so ber til at sita líka væl sum heima í sofuni.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna reportararnir hjá FM1 gjørdu við Beintu Gregersen í Klaksvíks-sendingini hjá FM1 fyrr í dag.