Fyrr í dag doyði íslendski stórleikarin í fótbólti, Atli Eðvaldsson av krabbameini, bert 62 ára gamal.
Atli Eðvaldsson spældi 70 landsdystir og skoraði átta mál fyri Ísland.
Hann byrjaði yrkisleiðina í Vali. Hansara bestu ár vóru í týsku bundesliguni, tá hann spældi við Borussia Dortmund og Fortuna Düsseldorf í fyrru helvt av 1980-unum.
Atli Eðvaldsson var liðskipari hjá Íslandi, tá Føroyar á Akranesi 24. august í 1988 spældu fyrsta FIFA-skrásetta landsdystin nakrantíð. Ísland vann 1-0.
Atli Eðvaldsson var landsliðsvenjari hjá Íslandi einastu ferðina vit hava verið í undanbólki saman. Tað var í 2003, tá vit taptu 1-2 móti Íslandi úti og heima. Rógvi Jacobsen skoraði bæði málini hjá Føroyum tá.
Í 2017 var tað uppá tal, at Atli Eðvaldsson skuldi gerast høvuðsvenjari hjá felagsliðnum TB/FC Suðuroy/Royn, men tað gjørdist av ongum. Ístaðin var tað skotski Maurice Ross sum var settur í starvið.
Alt Fótbólts-Ísland syrgir sína falnu hetju í dag. Leygardagin klokkan 17 spæla íslendingar EM-undankappingardyst móti Moldova á Laugardalsvøllinum í Reykjavík. Tá verður minnisløta fyri Atla Eðvaldssyni, og íslendsku spælararnir fara at spæla við svørtum syrgibindi.