- Vit kríggjaðu tað heim. Soleiðis lýsir liðskiparin á føroyska landsliðnum, Atli Gregersen 1-0 arbeiðssigurin á Andorra í samrøðu við Trónd Arge á Rás2.
Atli Gregersen viðgongur, at hann kann verða ein skitin spælari, men hann er skelkaður av atburðinum hjá andoriansku spælarunum úti á vøllinum.
Atli Gregersen heldur, at 1-0 er tann besti sigurin, sum eitt lið kann vinna, tí ein 1-0 sigur prógvar, at eitt lið hevur stríðst og staðið saman.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við liðskiparan á føroyska landsliðnum.