Avgerðin er fallin

Norska Nobel-nevndin hevur gjørt av, hvør fær friðarheiðurslønina í ár. Gitingarnar eru nógvar

Tann 8. oktober fer norska Nobel-nevndin at boða frá, hvør fær friðarheiðurslønina í ár. Skrivarin í nevndini, Geir Lundestad, segði í gjár, at nevndin hevur tikið avgerð, men at tað verður ikki almannakunngjørt fyrr enn tann ásetta dagin.

Nobel-nevndin hevur fingið 194 uppskot í ár, og tað er tað mesta nakrantíð. Í norskum fjølmiðlum verður gitt, at leiðarin í kjarnorkueftirlitinum hjá ST, Mohammad El Baradei, hevur ein góðan møguleika at fáa heiðurin. Onnur evni eru fyrrverandi leiðarin hjá ST-vápnaeftirlitsmonnunum, Hans Blix, og amerikonsku politikararnir Sam Nunn og Richard Luger. Teir báðir eru serliga kendir fyri arbeiðið ímóti kjarnorkudálking.