Avleiðingin er øgilig av at drepa springara

– Spurningurin er um vit tora at taka eina skilagóða avgerð, heldur Kaj Leo Holm Johannesen

Avleiðingin av, at vit drepa springara, er øgilig. Tað heldur Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður. Og tá ið tingfundur verður aftur, fer hann at leggja ein fyrispurning fyri Høgna Hoydal, landsstýrismann í veiðimálum, har hann biðjur landsstýrismannin siga sína hugsan um tað, at vit drepa springara.  

 

Kaj Leo Holm Johannesen heldur, at at rætturin, nøkur lutfalsliga fá tilskila sær til at drepa springara, stendur á ongan hátt mát við avleiðingarnar, tí so mikið álvarsligar eru tær. Her hugsar hann um avleiðingarnar fyri okkara útflutning av fiskavørum og fyri okkara ferðavinnu, tí tær avleiðingarnar kunnu verða rættuliga samfelagsskaðiligar fyri okkum øll, heldur hann.

 

 

Tí skal Høgni Hoydal nú greiða frá, hvørjar lógir og reglur eru galdandi fyri springaradráp og um nakrar serligar reglur eru galdandi fyri springaradráp, eitt nú, nær pringarnar kunnu haldast til, hvar teir kunnu haldast til og hvat fyri útgerð skal brúkast til at drepa teir við.

 

Hann vil eisini hava at vita um Høgni Hoydal ætlar at leggja uppskot fyri Løgtingið um at banna springaradrápi. Og somuleiðis vil hann hava at vita, um nøkur reaktión er komin uttanlands eftir springradrápið í Hvalvík 11. september.

 

Tað er nevniliga serliga springaradrápið í Hvalvík, sum hevur elvt til øsing, helst tí, at tað tók alt ov leingi at fáa lívið av summum av hvalunum. Av tí, at talan er um springarar, ið vanliga verða fataðir sum eitt klókt kelidjór, og milliónir av børnum elska hesi djórini í djóragørðum, upplivingarardeplum, barnabløðum og barnafilmum, stendst altjóða øsing av hesum.

 

– Tískil er spurningurin ikki bara, hvat vit hava rætt til sum tjóð, og hvat tað er rætt at halda, politiskt – og um springaraveiða er burðardygg, ella ikki. Spurningurin er um at taka eina skilagóða avgerð, samfelagnum at gagni, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. 

 

– Tað er so nógv, vit kunnu siga okkum at hava rætt til, men vit skulu øll, onkursvegna, liva saman í hesari verðini og helst í einari góðari javnvág, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.