Minningardagur
Røðurnar á haldinum á Hotel Tórshavn vóru merktar av, at tað í ár eru liðin seksti ár, síðan seinni heimsbardagi var av. Fleiri enn 200 føroyskir sjómenn doyðu av krígsávum undir seinna heimsbardaga, og til minningarhaldið hesaferð vóru fleiri av teimum gomlu avvarðandi, sum mistu onkran av sínum undir krígnum ella vóru avvarðandi av onkrum teirra, sum fekk váta grøv.
Eftir sjálvt haldið á Hotel Tórshavn fóru fólk sum siður er niðan í Viðarlundina, har løgmaður legði krans við minnisvarðan. Løtan við minnisvarðan endaði við, at prestur bað eina bøn yvir teir, sum fórust og tey, ið eftir sótu.
Á hálvari stong
Tað var Jeffri Johannesen, sum aftur í ár tók sær av haldinum á Hotel Tórshavn.
Løgmaður, Jóannes Ejdesgaard, helt eina góða minningarrøðu hendan dagin.
Hann vísti á, at ein slíkan dag verður litið aftur um bak til tíðina, korini og váðan undir krígnum, tá missurin var av teimum størstu.
- Siðurin at minnast teir sjólátnu hevur samband við flaggsøgu okkara, og flaggsøgan er nær knýtt at krígnum og sluppunum. Tað var júst undir krígnum, tá málið um føroyskt flagg var til viðgerðar, at løgtingið samtykti at sýna "Føroya sjólátnu synum landsins takklæti, heiður og djúpastu virðing við ein serligan dag í árinum at draga føroyska flaggið á hálva stong."
Løgmaður segði, at í fyrstuni var talan um nýggjársdag, nýggjársaftan og miðføstusunnudag, men í 1949 samtykti tingið, at allahalgannadagur skuldi vera minningardagur teirra sjólátnu.
- Eins og á ólavsøku taka landsmyndugleikar og kirkjumyndugleikar lógvatak á allahalgannadegi. Dagurin er ein av hesum tignardøgum, tá vit sum tjóð hava felags stev. Vit eru samd um at steðga á, og vit eru samd um at fylgjast og at fylkjast. Í virðing fyri lívsgrundarlagi okkara er hesin forni, altjóða minningardagur, halgaður sjómonnum.
Havið er vegurin
Jóannes Ejdesgaard segði, at fyribrigdið alheimsgerð er ikki nýtt.
- Alheimsgerðin hjá føroyingum tók dik á seg við flagginum og sluppunum, tá mørk vórðu flutt longur út á tað víða, stóra og ótemjandi havið, sum vit troyttu á egnum kjøli undir álvarsligum og lívshóttandi umstøðum. Havið hevur frá upphavi verið heimsins og okkara alheimsgerð. Heilt frá tí ókenda frumhavinum til kaosímyndina av tí villa, óvissa og ótemjandi. Tað gevur, tekur og krevur. Men havið er eisini vegurin hjá forvitninum, menningini og nýskapanini og sambindingarvegurin við onnur lond, helt løgmaður fyri.
Og hann helt fram:
- Tað er við at vága, at vit liva. Og liva her heima, tað skulu vit - tí vága vit.
Hann vísti á orðatakið, at "tann, ið einki váðar, hann einki vinnur".
- Tað er við at vága út á hav, at vit hava livað og yvirlivað. Tað er við at seta lívið í váða, at okkara sjómenn enn sum áður - og ikki minst undir krígnum - skaptu og skapa møguleikar at liva hjá konu og børnum heima og hjá okkum sum tjóð.
Ráða ikki øllum
Løgmaður vísti á, at føroyskir sjómenn veruliga settu lívið í váða undir seinna heimsbardaga, tá ið fleiri enn 200 mans fórust av krígsávum.
- Tað er á herðarnar á hesum, ið vágaðu, at vit í dag hava vunnið betri sømdir. Tíðirnar eru broyttar og við teimum eisini váðin. Teir óavmarkaðu samskiftismøguleikarnir í dag knýta heimasamfelagið og heimssamfelagið saman. Tøkni og trygdarútgerð bøta um umstøðurnar og geva eina vissu um at síggja síni aftur og tó.
Hann ásannaði, at vit menniskju kunnu vága, men ikki altíð ráða.
- Støðugt vera vit mint á, at vit ráða ikki øllum. Lívskorini eru betrað sum heild, men enn kosta tey tí einstaka. Tað er á markamótinum, har vit ikki hava ræði, at felags lagna okkara tekur við. Tað er her, lógvatøk skulu takast sum einstaklingar og sum tjóð. Tað er mín heiður hesa løtu sum menniskja og sum myndugleiki.
Løgmaður segði, at minningardag teirra sjólátnu taka vit okkum burtur úr tí dagliga gonguverkinum eitt bil og halga løtuna til hitt æviga gonguverkið eitt lívsrensl, sum snarar millum løtu og ævinleika, millum lív og deyða, millum tilvild og lagnu. Hitt ytsta hav gjørdist okkara lagna sum tjóð. Orðini sipa til eina reglu í einum sálmi í Gamla Testamenti: "Lyfti eg mær á veingjum morgunroðans, setist eg við hitt ytsta hav, eisini har man hond tín meg leiða, og høgra hond tín mær halda!"
- Sum tekin um hetta ytsta hav og felags lagnu eru minnisvarðar reistir um alt landið. Hvør teirra umboðar persónligar minnisvarðar hjá teimum avvarðandi. Lat okkum vera lívsvarðar á leiðini hjá hvør øðrum saman við teimum, ið varða av.
Samkenslubond
Hann vísti á, at enn farast menn á sjónum, og enn henda vanlukkur.
- Í ár er ein av okkara farin, og í ár hendi á okkara leiðum stórvanlukka hin 7. februar, tá ið Jøkulfell sakk. Av manningini, sum taldi 11, lótu seks sjómenn úr Estlandi, Lettlandi og Russlandi lív. Vit kenna djúpa samkenslu við teimum familjum, sum vóru fyri so svárari neyð og sorg hesa lagnutungu ódnarnátt.
Løgmaður segði, at harðbalna sjólívið knýtir okkum saman í samkenslu við teimum mongu avvarðandi, sum sita eftir við sakninum, minnunum og tómleikanum.
- Tímilig bond verða kvett, men hugmyndin um tey farnu er ikki heimleys. Hon livir, so leingi vit liva, í røddum, farvegum og fyrislóðan. Í takklæti minnast vit í dag hesar, ið slóðaðu fyri, ið vágaðu og so mangan vunnu, men at enda máttu geva upp á ytsta havi. Bíblian var við í klæðsekkinum, trúgvin og vónin lógu í hjartanum.
Løta í tøgn
At enda í minningarrøðu síni heitti løgmaður, Jóannes Ejdesgaard, á tey mongu, sum komin vóru til haldið, um saman við teimum avvarðandi at drýpa høvur og minnast í tøgn tann av okkara, sum í farna ári ikki bar boð aftur í bý.
Síðan nevndi hann navnið á manninum, Poul Johannes Poulsen, sum 44 ára gamal druknaði í Vestmanna, 27. mars í ár.
Poul Johannes Poulsen sigldi við vestmannatrolaranum, Grønanesi.