?Bíðið við ætlanini at byggja nýtt skipð til suðuroyarsiglingina.
Soleiðis ljóðar áheitanin úr Suðuroy til landsins myndugleikar í Havn.
Tað eru allir bý- og bygdaráðsformenn í Suðuroynni, og umboð fyri vinnulívið, sum biða landsstýrið og Strandferðsluna steðga á við ætlanini at byggja nýggjan Smyril.
Tað var á almenna upplýsandi fundinum, sum Strandferðslan hevði í Øravík herfyri um ætlanini at byggja nýggjan Smyril, at Jógvan Krosslá, býráðsformaður í Vági skeyt upp, at bý- og bygdaráðsformenninir tóku seg saman í eina nevnd at viðgera ferðasambandið til og úr Suðuroynni.
Hann segði, at nú ætlanin er at skifta Smyril út, er tað sera umráðandi, at tann rætta loysnin verður vald. ? Tann íløgan, sum verður gjørd, skal nøkta tørvin eini 25-30 ár.
Og tí helt hann, at tað var avgerandi neyðugt, at suðuroyingarsjálvir sleppa at siga sína hugsan og fáa eitt avgerandi orð at siga fyri, hvussu ferðasambandið skal skipast.
Nevndin av bý- og bygdaráðslimum skuldi so geva landsstýrinum og Strandferðsluni eitt tilmæli um, hvussu ferðasambandið til og úr oynni verður best skipað.
Hendan áheitanin varð tikin til eftirtektar.
Men nevndin er nú víðkað til at vinnulívið eisini er komið uppí við fimm nevndarlimum.
Á fundi sunnukvøldið vóru vágbingarnir Heri Hjelm alari, og Mikkjal Djurhuus, sum hevur fiskavirki, og tvøramenninir, Viberg Sørensen, formaður í Suðuroyar Oljuvinnuráð, Tummas Thomsen, skrivari í oljuvinnuráðnum og Bjarni Hansen, virkisleiðari í Fiskavirking, valdir í nevndina.
Bíðið við ætlanini
Fyrsta tiltakið hjá nevndini var at heita á landsins myndugleikar um at leggja ætlanini at byggja nýggjan Smyril á hyllina fyribils.
Ímeðan ætlar so nevndin at gera sínar egnu kanningar at vita, hvussu ferðsambandið verður best røkt.
Jógvan Krosslá sigur, at nevndin ætlar sær heilt einfalt at kanna allar møguleikar.
Ymsir møguleikar hava verið nevndir og talan er bæði um at kanna ferðasambandið við vanligum skipi, við katamarani, og við ymsum samansettum loysnum, vanligt skip og katamaranur, vanligt skip og tyrla/flúgvari o.s.fr.
Jógvan Krosslá sigur, at hann er samdur við teimum sum halda, at tað hevur alstóran týdning at fáa fleiri ferðir ímillum Suðuroynna og Havnina
?Skulu vit framvegis bara hava tveir túrar ímillum Suðuroynna og Havnina um dagin, er tað onki framstig hjá okkum, sigur hann.
? Men so er tað eisini ein spurningur, hvat letur seg gera, tí tað skal heldur ikki verða órforsvarligt, serliga hvat trygdini viðvíkur.
Arbeiða skjótt
Annars er Strandferðslan komin so langt áleiðis við fyrireikingunum til eitt nýtt skip, at ætlanin var at bjóða tað út til projekteringar í næsta mánaða.
Tí er nýggja samferðslunevndin í Suðuroynni greið yvir, at hon skal arbeiða skjótt.
? Men tað er eisini tí, at vit vilja hava Strandferðsluna at bíða eitt sindur við ætlanini so at vit fáa stundir at gera okkara kanningar og at koma við einum tilmæli.
? Tí tað má gerast, áðrenn Standferðslan uppá nakran máta bindur seg fíggjarliga so at tað ikki vendst aftur.
Hann heldur eisini, at tað mátti bara verið ein fyrimunur, bæði hjá Strandferðslu og hjá politikarum, at suðuroyingar vístu sjálvir vístu á tað røttu loysnina.
Men fyrsta treytin er, at landsins myndugleikar vilja vátta, at teir vilja bíða eitt sindur við ætlanini, tí vilja teir ikki tað, er tað endamálsleyst hjá nevndini at fara til verka. Tí svarinum verður nú bíðað eftir.