Íbúðir reistar á ferjuleguni í Leirvík

- Íbúðirnar vórðu seldar, nærum áðrenn tær vórðu lýstar til sølu, siga tey í Eysturkommunu.

Nýggju íbúðirnar, sum verða bygdar á ferjuleguni í Leirvík, vórðu reistar í góðveðrinum í gjár. Talan er um fimm íbúðir, sum John David Joensen hevur latið byggja.

 

Tað veit heimasíðan hjá Eysturkommunu - www.eysturkommuna.fo - at siga í dag.

 

- Áhugin fyri nýggju íbúðunum, sum sambært John David serliga eru ætlaðar ferðavinnu, var so stórur, at tær vórðu seldar, nærum áðrenn tær vórðu settar til sølu, verður lagt aftrat.