Trygdarmiðstøðin hevur nú avgjørt at tillaga prísin eftir ásetingini í fíggjarlógini. Frá 1. mars er luttøkugjaldið 3.000 krónur Hetta er tað, sum Trygdarmiðstøðin metir vera forsvarligt við verandi nettojáttani. Í tekstinum til fíggjarlógina verður m.a. nevnt: ?Um prísurin er ov høgur, er vandi fyri, at tilgangurin til sjóvinnuyrkið minkar, tí tað er ov kostnaðarmikið hjá nógvum ungum at taka lógarkravda trygdarskeiðið. Eisini er vandi fyri, at fólk fara til skips uttan trygdarskeið.?
Av Trygdarmiðstøðini verður upplýst, at øll onnur skeið verða boðin út fyri marknaðarprís.