Gamla Apotek og løgtingshúsini eru í dag karmar um samgongusamráðingar millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Miðflokkin.
Teir fýra bólkarnir, ið eru mannaðir við tingfólk og varafólkum, sita og arbeiða við hvør sínum málum, ið eftir ætlan skulu verða klár at leggja fram fyri restini av fundarfólkunum klokkan fimm í dag. Síðan er ætlanin, at flokkarnir taka støðu til úrslitið í felag, og vónar Bárður Nielsen, samráðingarleiðari, at tað verður avgreitt áðrenn landsdysturin byrjar í kvøld.
Í Gamla Apotek sita tveir bólkar. Annar viðgerð orku- og umhvørvismál, meðan hin viðgerð almannamál. Júst hvat bólkarnir viðgerða innan hesi øki er óvist, men sum skilst er monopolstøðan hjá SEV innan elveiting til viðgerðar í orki- og umhvørvisbólkinum.
Í fundarhølunum í løgtingum sita tveir aðrir bólkar, harav annar viðgerð fiskivinnuna, meðan tann síðsti er bólkurin har teir tríggir formenninir hyggja at skattamálum, samhaldsfasta, fíggjarpolitikki og øðrum. Í tí sambandi hava teir eisini heitt á Fíggjarmálaráðið at koma á fund seinni í dag, so at teir fáa greiðu á hvussu fíggjarliga støðan hjá landinum er.
Floksformenninir eru á einum máli um, at samráðingarnar ganga væl, men Bárður Nielsen leggur dent á, at enn er talan ikki um nakra samgongu.
Bárður Nielsen sigur seg vóna, at bólkarnir verða lidnir við síni mál í dag, so at teir kunnu fara víðari við øðrum málum í morgin.

Bólkarnir hava til klokkan fimm

