Bølle Bob í føroyskum sangleiki

Havnar Sjónleikarafelag er nú farið undir fyrstu fyrireikingarnar til ein nýggjan sangleik. Talan er um væl umtókta danska leikin um Bølle Bob, sum nú verður føroyskaður. Leikararar verða børn og ung, og komandi sunnudag skipar Sjónleikarafelagið fyri sokallaðari casting, har øll kunnu møta upp

Sjónleikur
Ragnhild Ellingsgaard

Havnar Sjónleikarafelag er nú farið undir tær fyrstu fyrireikingarnar til ein nýggjan sangleik, sum skal verða framførdur á føroyskum av føroyskum børnum og ungum. Talan er um danska leikin um kúllin Bølle Bob, sum í løtuni verður tulkaður til føroyskt mál. Bølle Bob er ein ungur kúllur, sum býr í eini lítlari bygd. Leikurin sjálvur snýr seg um hesa bygdina og flokkin hjá Bølle Bob, og evnini leypa yvir vinarlag, smærri samanbrestingar og hetta at finna sítt pláss í samfelagnum. Hetta eru evni, sum tey flest øll ung kenna aftur, og leikurin hevur eisini verið sera væl umtóktur í Danmark.
Nú verður so møguleiki hjá føroyskum ungdómi at síggja og liva seg inn í leikin, sum á føroyskum ber heitið Kúlla Knút. Tað er Elin á Rógvi, sum leikstjórnar leikinum, og fyrstu fyrireikingarnar eru longu farnar í gongd.

Casting í Sjónleikarahúsinum
Umleið 20 leikarar skulu verða við í leikinum, harav tey flestu eru børn og ung. Enn hevur Elin ikki funnið fram til allar leikararnar, og tí fer Havnar Sjónleikarafelag at skipa fyri eini sokallaðari casting komandi sunnudag.
Ein casting er at samanlíkna við eina roynd, har øll fáa møguleika fyri at royna seg sum sjónleikara. Hugt verður eftir tíni útstráling, og sjálvandi eisini tínum evnum til at leika fyri øðrum. Tá Kúlla Knút er ein sangleikur, er eisini neyðugt, at tú torir og dugir at syngja eitt sindur.
- Í Føroyum hevur ikki verið vanligt at nýta nakra casting til leikir og annað, sum verður framført. Í veruleikanum skuldu vit kanska nýtt hetta oftari, tí í eini casting fáa øll høvi til at royna seg, greiðir Elin á Rógvi frá.
Elin sigur víðari, at tey leita eftir ungum fólki millum 13 og 20 ár. Hetta eru tó bert miðal tøl, so um tú ert eitt sindur yngri ella eitt sindur eldri, so skulu tølini ikki halda tær aftur til at royna tína eydnu á castingini.
Tá allir leikararnir eru funnir, verður farið undir venjingarnar.
- Um ætlanin heldur, so verður fyrsta venjingin tann 18. august, og einaferð í oktobur mánaða hava vit so fyrstu framførsluna, sigur Elin.
Castingin verður í Sjónleikarahúsinum sunnudagin klokkan 14.00, og eru øll vælkomin at støkka inn á gólvið til eina roynd.
- Tað hevur einki at siga, um tú ikki hevur roynt at staðið á palli fyrr. Um tú hevur hug, so ert tú vælkomin, sigur Elin og leggur afturat, at um onkur hevur onkran spurning, so eru tey vælkomin at ringja til hennara á 22 09 96.

Kúllurin Kúlla Knút
Leikurin snýr seg um unglingan Kúlla Knút, sum býr í eini lítlari bygd. Í bygdini eru, umframt flokkin hjá Kúlla Knúti, ein handilsmaður, ein blaðmaður, ein lærarinna og til seinast ein maður, sum býr á einum tyrvingarplássi.
Kúlla Knút er eitt sindur kúllasligur, sum navnið jú eisini sigur, og hann stýrir tí mesta í flokki hansara. Umframt Kúlla Knút er sjálvandi eisini ein vøkur genta í flokkinum, eins væl og vit koma at síggja okkurt til friðarligu gentuna og tann sonevnda nørdin. Onkur nýggur kemur eisini í flokkin, men hvussu tað spælir av, ja, tað koma vit at síggja í leikinum.
Saman við flokkinum og restini av bygdini kemur Kúlla Knút út fyri nógvum áhugaverdum, og evnini í leikinum spenna seg eisini víða.
- Sum heild kann ein siga, at evnini eru tílík, sum ung allastaðni kenna seg aftur í. Millum annað hetta at góðtaka seg sjálvan og finna sítt pláss, sigur Elin á Rógvi.
Men eisini evni sum samanhald, vinarlag og smærri samanbrestir verða umrødd í leikinum um Kúlla Knút.
- Sum í flest øðrum sangleikum, so stinga evnini ikki so djúpt. Talan er heldur um undirhald, sum verður framført á ein øðrvísi hátt, heldur Elin.
Saman við leikarunum verða eisini fleiri góðir tónleikarar á pallinum, og saman skuldu tey givið ein undirhaldandi sjónleik, sum er kryddaður við góðum sangi og tónleiki.

Fyrstu ferð leikstjóri
Hetta er fyrstu ferð, at Elin á Rógvi skal leikstjórna einum leiki einsamøll. Hon hevur tó drúgvar royndir av at standa á palli, bæði í vanligum sjónleiki og eisini sangeleiki.Til dagligt er hon búsitandi í Odense, har hon arbeiðir og eisini fæst nógv við sjónleik.
Tó verður hon stødd í Føroyum, til sangleikurin um Kúlla Knút hevur verið framførdur seinastu ferð.
Sjálv er hon sera spent til at fara undir sín fyrsta sangleik sum leikstjóri.
- Hetta verður uttan iva spennandi, og eg gleði meg til castingina, tá eg fái høvi til at síggja øll hesi ungu, sum hava hug til at verða við í leikinum, greiðir hon frá.
Upprunaliga er leikurin um Bølle Bob skrivaður av Gert Gertsen, sum bæði hevur skrivað tekstin og tónleikin.
Í Danmark hevur leikurin verið sera væl móttikin, og er hann bæði útgivin á fløgu og hevur eisini verið vístur sum sjónvarpssrøð.
Nú verður so høvi hjá øll teimum ungu, sum ganga við einum sjónleikara í búkin, at royna seg til casting til Kúlla Knút. Og um tú ikki hevur hug til at standa á palli sjálvur, so kanst tú jú altíð fara at hyggja at, meðan onnur fara at syngja og spæla í leikinum um Kúlla Knút