Búnaðarstovan hvørki at høgga ella stinga í

- Alt gekk fyri seg í sátt og semju til nýggjur festari tók við í Neshaga Norðrara Parti, men talan er meira ein ósemja millum okkum og Búnaðarstovuna, sigur Sigurð Anthoniussen, ið er beiggi til festaran

Sigurð Anthoniussen sigur, at Jaspur Anthoniussen hevur livað i sátt og semju við undanfarna festara, Poul Benny Poulsen. Trupulleikin uppstóð, tá nýggjur festari tók við.
Hann metti ikki, at Jaspur hevði rætt til at hava seyð inni á trøðni um summarið, og kravdi ávísan part av tí hoyggi, sum varð sligið á trøðni.
Hann vendi sær fleiri ferðir til Búnaðarstovuna og kærdi, at seyður var á trøðni um sumrarnar, og eftir samskifti aftur og fram varð nonum rátt til, at venda sær til sýslumannin í økinum við málinum.
Tað førdi til, at sýslumaðurin rak seyðin av trøðni hjá Jaspur.
Eftir drúgva tíð endaði málið so fyri Landbúnaðarstevnuni í Eysturoyar sýslu í fjør, og har var so samtykt, at Jaspur Anthoniussen hevði fullan rætt at ráa yvir trøðni, sum hann metti best.
Kortini var greitt, at vetrarbitið á trøðni átti Neshagi Norðrari Partur frá 25. oktober til 14. mai.
Hendan avgerð var so broytt í Yvirlandbúnaðarstevnuni, sum gav Jaspur fulan rætt at nýta trøðna, sum hann metti best, men tó bert frá 14. mai fram til sláttur, 1. september. Hann misti tískil rættin til at ráða yvir trøðni frá 1. september til 25. oktober.
- Samstundis, at avgerðin tryggjar øllum traðareinarum ella -festarum fullan rætt at ráða yvir sínari trøð, avmarkar tað ein traðareigara, sigur Sigurð Anthoniussen.

Ikki at dansa við
Sigurð Anthoniussen sigur, at talan meira er ein ósemja millum Búnaðarstovuna og Jaspur Anthoniussen, heldur enn millum Jaspur og festaran av Neshaga Norðrara Parti.
Og Búnaðarstovan hevur als ikki verið at dansa við.
- Vit hava havt fleiri fundir við Búnaðarstovuna, men har er als einki komið burtur úr. Og hóast vit hava spurt eftir dokumentatión fyri avgerðini um nýtslurættin yvir trøðni, so hevur Búnaðarstovan bert havt hesa vænsignaðu fundarfrágreiðingina at víst á, sigur Sigurð Anthoniussen.
Og í svari til skriv sent til Búnaðarstovuna, ljóðar soleiðis:
»Okkara niðurstøða í málinum um vetrarbitið er, at um so er, at traðarseyður hevur loyvi til at ganga á traðunum um summarið, er grundarlag fyri, at Jaspur fær bitrætt á norðastu traðunum, sum hann søkir um. Um so er, at traðarseyður ikki hevur loyvi til hetta, er eingin orsøk til at broyta bitrættin«.
- Á fundi við Búnaðarstovuna var víst á, at fundarfrásøgnin ikki kundi nýtast sum grundgeving fyri avgerðini at nokta fyri summarbiti, og hesum var løgfrøðingurin hjá Búnaðarstovuni samdur í, sigur Sigurð Anthoniussen.
Hann leggur aftrat, at Búnaðarstovan ongantíð hevur viljað gingið teimum á møti í umsøknini um summarbit á trøðni.
- Teir hava hvørki verið at høgga ella stinga í, sigur Sigurð Anthoniussen.