Børn við børn serligum tørvi – eru gloymd frá politiskari síðu!

Vit kalla okkum eitt vælferðarsamfelag, har tað skal vera pláss fyri okkum øllum og øll skulu hava virðilig kor sum búgva her á klettinum. Men, enn er nógv sum skal bøtast uppá frá politiskari síðu. Politikkur er jú annað enn makrelur, fiskakvotur og kommunusamanleggingar, hóast tað eisini er neyðugt, at taka støðu til.

Vit hava jú enn nøkur børn við serligum tørvi í Føroyum. Ja, tey eru nøkur eftir enn, inntil tey vera noydd, at flyta av landinum, saman við teirra foreldrum. Tí tað er hvørki livandi ella pláss fyri teimum, av politiskum raðfestingum og vánaligari skipan.
Vit hava framvegis nógvar familjur, at børnum við serligum tørvi, sum flyta av landinum, orsakað av vantandi tilboð til børn teirra. Vit mugu spyrja okkum sjálvi hví so er. Jú svarið kenna vit, tað er skeiv og vánalig politisk raðfesting.
Vit hava framvegis foreldur, sum berjast í áravís, við føroysku myndugleikarnir eitt nú við Almannastovuna, skúlaskipanina og Nærvekið. Alt fyri at teirra barn við serligum tørvi skal fáa betri kor og útfrá tí tørvi sum barnið hevur brúk fyri. Men hetta er lættari sagt enn gjørt, tí okkum vantar tilboð til børn við serligum tørvi og ikki minst útfrá tørvinum hjá tí einstaka barninum við serligum tørvi.
Men vit hava nógvar sparingar og vánaligar politiskar raðfestingar seinastu árini, sum í dag gera tað ómøguligt fyri at hesi børn og teirra foreldur til eitt gott betri lív. Ræðumyndina kenna vit, t.e. fráflyting og avleiðingarnar eru katastrofalar fyri hesi børn og familjur teirra.
Vit hava ikki tey røttu tilboðini til børn við serligum tørvi og ikki ein skilagóðan politikk. Sum eigir at orða, hvat er tað rættað fyri børn við serligum tørvi, út frá teirra breki. Øll børn við serligum tørvi, vera framvegis koyrt í sama bólk meira ella minni.
Sparingarnar hava álvarsligar fylgjur við sær, t.e. minni kvalitetur og tað fakliga støði dettur burtur. Børnini eru eftirbátar, førleikastøði og menningin hjá barninum minkar har eftir. Nú er meira talan um ansing, uttan optimalan sakkunnleika á okkara stovnum.
Tað ringasta er, at eingin sigur eitt orð og gerð nakað fyri at hjálpa børnum við serligum tørvi, hóast foreldur tala at allatíðina og berjast hvønn dag fyri betri rættindir fyri børnunum við serligum tørvi.
Framvegis koyra vit øll í ein bólk meira ella minni. Her skal orðast ein politikkur, sum tekur øll atlit og tilboðini skulu vera eftir tí.
Tað hava verið og eru framvegis nogvar sparingar og broytingar, serliga innan nærverkið hesu seinastu mongu árini. Hesar sparingar hava eisini verið dagligur tíðindaflutningur, næstan hvønn dag.
Stovnar eru lagdir saman, stovnar hava lukkað. Nú verður Føroya Barnaheim eisini avtikið og er umskipað til annað virksemi enn tað var. Er nú alt hetta tað rætta? Svarið er nei. Føroya Barnaheim skuldi verið Føroya Barnaheim í friði. Tað er so mín persónliga meining.
Nógv verður gjørt uttan mál og mið frá politiskari síðu. Hetta gongur útyvir børnini og foreldrini at børnum við serligum tørvi. Tey flyta av landinum av neyð og tvang.
Vit kenna jú nógvar keðiligar avleiðingar av vantandi politikkinum, sum hava ført til hjúnaskilnað, fíggjarligar trupulleikar, strongd o.a. sum minni gott er, av vánaliga førda politikkinum á hesum øki tey seinast árini. Tí familjurnar er hart kroystar og støðan er uppaftur verri um vit hava eitt vánaligt system.Her eru børnini uppaftur størri taparar.
Nøkur dømir:
1. Vit hava ein órættvísan og ójavnan politikk viðvíkjandi plasering av stovnum kring landið, børn við serligum tørvi hava tað best við at vera í nær- umhvørvinum.
2.Vit hava ikki nóg væl skipað tilboð til børn við autismu, um alt landið, hóast hesin parturin gongur spakuliga framá innan fólkaskúlan. Enn er ikki komið á mál, útfrá tí tørvinum og eginleikunum hjá tí einstaka barninum við autismu, sum er ymiskur frá barn til barn.
4. Eitt skal sláast fast, t.e. øll børn eru ymisk og hava ymiskan tørv, eisini tey sum hava autismu.
4. Vit hava ikki nøktandi tilboð til børn sum eru rørslutarnað og sum hava krav uppá betri tænastur og ikki fyribilsloysnir.
5. Børn við ADHD, vera framvegis bólkað, saman við eitt nú børnum sum hava autismu. Hetta er púra purturvið.
6. Eisini vanta børnum við ADHD fleiri tilboð kring landið.
7.At vit framvegis koyra børn við autismu, ADHD og børn við menningartarnið í sama bólk er framvegis ein trupulleiki og hoyrir ongastaðni heima. Serliga nú sparingar eru, vindur hetta uppá seg. Tí onnur tilboð ikki eru og eru spard burtur. Hetta er ikki ein gongd politisk leið.
8. Vit hava hava heldur ikki skipað frítíðartilboð til øll børn við menningartarnið eftir 3 flokk. Hetta er ein stórur trupulleiki.
Tað er gott at “føla seg tryggan og virdan sum eitt menniskja” sum vit øll hava rætt til, óansæð um vit hava serligan tørv ella ikki. Vit hava øll krav uppá eina líka viðgerð og rætt til at liva lívið og vera saman við okkara kæru, eisini um vit hava serligan tørv.
Hetta omanfyri, er næstan tað, sum stendur í stevnuskránni hjá øllum politiskum flokkum í Føroyum. Men tað er bara ikki ført út í livið enn.
Lat meg staðfesta, at politikkur er eisini annað enn makrelur og tunlar.
“Børn við børn serligum tørvi – eru gloymd frá politiskari síðu!