Býurin Ballater er eitt fyribrigdi fyri seg í Skotlandi. Her er tað ein stórur heiður at verða »vørulatari« til kongaliga bretska hovið.
Tí, so fær ein tað kongaliga segli upp á húsaveggin og tað merkir nakað heilt serligt.
Býurin Ballater liggur nakrar fáar tímar úr Aberdeen.
Slottið hjá Elizabeth drottning liggur í grannalagnum, og tað sæst aftur.
Ballater er nærmasti granni til Balmoral og tí keypir drottningin, ella starvsfólk hennara, eisini inn her. Bæði av einum og øðrum.
Og tá drottningin hevur keypt frá einum teirra, og hon er glað fyri tænastuna og prísin vælsaktans eisini, so kann handilsmaðurin gerast leverandørur til bretska hovið.
Og teimum eru teir ikki so fáir av í Ballater.
Við føroyskum eygum sá út til at rættilig inflatión var komin í hetta "fína" heitið, men í Ballater eru handilsmenninir glaðir, og tað man verða tað, sum hevur stórstan týdning.
Kongaligur bakari,
-slaktari og enntá
-bilmekanikari
Og heitini hesir fáa kunnu verða stuttlig at fingið nærri útgreinað, tí her vóru nógv ymisk sløg av handilsmonnum.
Her var ein bakari, sum hevði fingið "sítt" skeltið.
Her var eisini ein slaktari, sum hevði fingið tann stóra heiður.
Og so var mín sann eisini ein bilmekanikari, sum hevði fingið heiðurin.
Sera løgið fyribrigdið í okkara eygum, men soleiðis er tað bara.
Hvaðani koma tit?
Meðan vit stóðu á gøtuni í Ballater, fingu vit vitjan.
Jógvan Páll stóð og tók nakrar myndir eftir høvuðsvegnum saman við mær sjálvum og Fraser, tá ein eldri maður kom at práta við okkum.
Tað vísti seg, at hann umboðaði The Deeside Press.
Hann fekk at vita hvaðani vit vóru, og tað vísit seg at lættna eitt sindur.
Spurdi hann hvat vart áfatt og hann segði at ta var tí, at ein hollendskur ferðamaður hevði koyrt á ein ungan drong, og at hann mistonkti okkum at verða blaðmenn úr stórbýnum.
Hann var umskiltur, tí hann hevði ikki hoyrt okkum tosað.
Men ístaðin fyri at fáa eina heldur keðiliga søgu burtur úr øllum hesum, so fekk hann nakað at vita um okkum og um nýggju farleiðina úr Føroyum til Glasgow og Aberdeen.
Hann fekk eina mynd av nøkrum okkara, og tað fór hann beint heim at seta í blaðið til dagin eftir, segði hann.
Dregur nógv ferðafólk
Lítli bussurin vit koyrdu í sá ikki út av nógvum í mun til hinar bussarnars, sum stóðu á parkeringsøkinum í Ballater.
Tað, at býurin liggur so tætt upp at »frítíðarslottinum hjá bretsku drottningini ger, at tað er ein rúgva av ferðafólkum í býnum.
Og bussarnir eru stórir og nógvir í tali.
Alla staðni í býnum ganga ferðafólkini við sínum myndatólum og videoupptakarum, fyri at hava eitt minnið um henda stuttliga bý heimaftur við sær.
Men tað hava íbúgvarnir neyvan nakað ímóti, tá tað til stykkis kemur. Hjá teimum er tað bara ein eyka inntøka.
Hóast vit royndu at hyggja væl umkring okkum, so sóðu vit ongan kongaligan í gøtunum henda dagin.
Vit høvdu neyvan kent tey allíkavæl, sjálvt um vit gingu beint fram við teimum ....