B36 er ongan veg komið enn

Týskvøldið stríddi føroyska meistaraliðið B36 seg til eitt av bestu evropeisku úrslitunum, sum Føroyar hava fingið í altjóða kappingum. Málleysi javnleikurin á Windsor Park í Belfast ber við sær, at B36 hevur enn frálíkan møguleika at vinna seg víðari í Champions League, tá Linfield FC vitjar á ovara vølli í Gundadali komandi týsdag.

Mikkjal Thomassen, venjari hjá B36, ivast ikki í, at tað verður ein sera trupul uppgáva.

- Vit spæla móti einum liði, sum hevur hægri støði enn okkara, so tað er eingin ivi um, at vit veruliga skulu spæla upp til okkara allarbesta, um vit skulu hava nakran møguleika, sigur hann við heimasíðuni hjá B36, www.b36.fo.

Hepnið var við føroysku meistarunum týskvøldið. Norðurírsku mótstøðumenninir misnýttu brotsspark, sum Meinhardt Joensen vardi fyri, og fingu tvey mál kolldømd.

Mikkjal Thomassen er sjálvandi fegin um úrslitið.

- Serliga, tí vit høvdu sett okkum fyri, at vit skuldu hava eitt úrslit, sum gjørdi, at vit framvegis hava møguleika at spæla okkum víðari. Og tað hava vit nú, sigur hann við b36.fo.

Tað er týskvøldið, at seinni undandysturin verður spældur. Dysturin byrjar klokkan 18.00.