B36 hevur næstan allar teir bestu á vøllinum

Tað kann roknast við, at í fleiri førum seinni í dag fara lyklaspælarar at sita á beininum

Í fjør vann KÍ finaluna í kappingini um løgmanssteypið 2-0 ímóti Víkingi

Í dag vera fyrstu dystirnir í ársins kapping um løgmanssteypið spældir. Talan er um fimm dystir í fyrsta umfari. Hinir tríggir vera í morgin.

 

B36 hópurin er í Vági, har fyrsta bríksl millum FC Suðuroy og B36 varð longu nú klokkan 15.

 

Hjá B36 eru mest sum allir teir, ið higartil hava verið millum teir fyrstu ellivu, á liðnum í dag. Talan er tó um tvey undantøk. Annað er liðformaðurin Hannes Agnarsson, sum er á beinkinum, og hitt er Bogi Reinert-Petersen, sum ikki er á listanum í dag. Hannes er liðformaður, og Bogi er varaliðformaður. Í dag er tað vágbingurin í B36 Heini Vatnsdal, sum er liðformaður á Vágseiði, har líkindini at spæla fótbólt eru hampiliga góð.

 

 TB er í dag í høvuðsstaðnum. Tað er longu greitt, at í hvussu so er eitt lið í næstbestu deildini fer at halda fram í kappingini, tí mótstøðuliðið hjá TB er FC Hoyvík, sum í fjør flutti upp í næstbestu deildina, meðan TB flutti niður úr bestu og í næstbestu deildina.

 

Í hinum trimum dystunum, sum allir vera klokkan 18.30 eru tríggir stórfavorittar á heimavølli. KÍ fær vitjan av ÍF, HB fær vitjan av B71, og B68 fær vitjan av MB, sum eftir tvey umfør er aftast í 2. deild.

 

Tað er væl hugsandi, at í fleiri av dystunum seinni í dag fara spælarar at fáa møguleikan millum teir fyrstu ellivu, sum ikki hava havt tað í fyrstu fimm umførunum í landskappingini.

 

Tað ber til at síggja allar steypadystinum í Televarpinum.

 

 

 

Kappingin um løgmanssteypið

 

Mikudagin 15. apríl

 

FC Suðuroy – B36: Árni Brandsson Petersen kl. 15.00

 

FC Hoyvík – TB: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 17.30

 

KÍ – ÍF: Heini Z. Viðoy kl. 18.30

 

HB – B71: Dagfinn Forná kl. 18.30

 

B68 – MB: Rani Andrasson Skaalum kl. 18.30

 

Hósdagin 16. Apríl

 

Víkingur – AB: Jákup Øssursson Mohr kl. 18.30

 

EB/Streymur – NSÍ: Eiler Rasmussen kl. 18.30

 

07 Vestur – Skála: Bjarki Danielsen kl. 18.30

 

Í fjør vann KÍ finaluna í kappingini um løgmanssteypið 2-0 ímóti Víkingi