Tað endaði málleyst, tá ið B36 í kvøld hevði vitjan av Skála, sum undan ferðini suður í gøvuðsstaðin einki stig hevði vunnið í fýra teimum fyrstu umførunum.
Í kvøld bragdaði fyri fyrstu ferð í ár hjá Skála, sum í fjør vann næstbestu deildina.
Eingin ivi var um, hvat tað snúði seg um hjá Paula Poulsen og hansara monnum.
Hugburðurin var framúr og fokus var á at fáa verjupartin at rigga, og tað eydnaðist fínt. Hans Jákup Arngrímsson var tryggur millum stólparnar, og frammanfyri hann vóru teir fimm í aftastu ketuni alla tíðina heilt væl skipaðir. Á miðvøllinum runnu teir fýra nógv og ansaðu eftir, at tað ikki varð ov langt millum keturnar, og tá ið skálamenn fingu fatur á bóltinum, so vóru teir oftast kaldir og royndu at finna við spælara, og teir bjóðaðu av í ein móti einum støðum.
Síðstu løtuna vunnu gestirnir fleiri hornaspørk, men tað hevði ivaleyst mest sum verið ov nógv av tí góða, um tað hevði eydnast teimum at skora mál og harvið at fara til hús aftur við øllum stigunum.
Undanfarin ár hevur tað ofta verið eyðkent fyri B36, at tað ikki er eydnast at vinna fulla úrtøku, tá ið B36 hevur verið roknað at vera stórfavorittur, og tá ið B36 hevur verið heilt nógv á bóltinum.
Soleiðis var tað í kvøld. Heimamenninir vóru væl meiri á bóltinum enn mótstøðumenninir, og tað mesta gekk fyri seg kring brotsteigin hjá skálamonnum. Dabo royndi og royndi at bjóða av í ein móti einum støðum, og tað vóru spentar støður í brotsteiginum, men tað var sjáldan, at møguleikin varð stórur, og tá ið teir hvítu royndu seg úr góðum støðum, so vóru teir ikki nóg neyvir.
Sum tíðin leið, vórðu heimamenninir alt meiri strongdir, og so gekk tað av álvara fyri seg eftir treytunum hjá Skála, sum mundi kenna seg at hava vunnið eitt stig, tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, meðan teir í B36 vóru vónbrotnir um at hava tapt tvey stig.











